• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Flaggdagur

23.04.2012
Ein merkisverd søga

Allar tjóðir hava fløgg, sum tey hátíðarhalda. Okkara flaggdagur er 25. apríl. Hesin dagur er valdur, tí bretska stjórnin 25. apríl í 1940 gav boð í bretska útvarpinum, BBC, at nú skuldu føroysk skip sigla undir føroyska flagginum, "Merkinum".

Tá vóru Føroyar hersettar av bretum og Danmark av týskarum.
Flaggið var tó ikki ókent millum føroyingar. Longu í 1919 høvdu tríggir føroyskir studentar í Keypmannahavn brúkt "Merkið".

Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga, og í heimastýrislógini frá 1948 varð "Merkið" viðurkent av donsku stjórnini sum tjóðarflagg føroyinga.

Søgan um “Merkið” kann lesast á temasíðu á Snar. Hvørt ár verður ein nýggj flaggdagsrøða frá undanfarna ári løgd á hesa temasíðu.

Ein løgtingslóg sigur, hvussu “Merkið” skal brúkast og hvørjir litirnir eru. Fyrrverandi útvarpsstjórin Niels Juel Arge skrivaði í 1980 søguna um flaggið í bókini “Merkið – flaggsøgan”. Økt útgáva av bókini um flaggsøguna kom í 2005.

Flaggdagur er almennur frídagur, og er tí eingin avgreiðsla í Námi henda dagin.

Nám ynskir øllum ein góðan flaggdag.

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019