• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Føroya kulasti Rørsludagur

08.06.2010
Aftur í ár skipa Javni og ÍSB fyri ”Føroya kulasta Rørsludegi”. Tiltakið verður í Havn og er skipað soleiðis, at øll hava skulu hava møguleika at luttaka.

Føroya Kulasti Rørsludagur verður í miðbýnum í Havn, mikudagin 9. juni frá kl. 13.00 – 15.00.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at seta dagin. Eftir setanina fara lærarskúlanæmingar at skipa fyri upphiting, sum verður soleiðis, at øll kunnu luttaka, eisini tey, ið hvørki kunnu ”krúpa ella ganga”.

Aftaná upphiting og undirhald - umleið kl. 14.00 - verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli frá Gamla Apoteki og oman til rundkoyringinga í Havnagøtu. Fyri hetta tiltakið fáa luttakararnir eitt próvskjal.

Møguleiki verður eisini at keypa pylsur, sunkist o.a. Tiltakið er lagt soleiðis til rættis, at fólk úr Suðuroynni kunnu vera við, uttan at noyðast upp á hálvari nátt.

 Øll eru hjartaliga vælkomin til Føroya kulasta Rørsludag.

Tíðindaskriv frá Javna 7. juni 2010

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019