• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Føroyakort flaggdagin

16.04.2014
Bæði til skúla og barnagarð

Flaggdagin 25. apríl verður nýggja føroyakortið sett til sølu í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn og øðrum bókahandlum úti um landið.

Sum sæst á myndini er føroyakortið plastað, so tað tolur nógv slit, bæði í skúla og barnagørðum. Kortið kann brúkast sum dúkur og undirlag, og skrivast kann á tað við tusji, sum kann vaskast av aftur.

Tað er fyrstu ferð at eitt føroyakort til skúlabrúks er teknað í hesari stødd í Føroyum. Føroya Dátusavn hevur ment kortið saman við Námi.

„Nú kann skúlaverkið brúka nýggja føroyakortið, sum við altjóða litum er bygt upp í 63 løgum og hevur eina rúgvu av upplýsingum,“ sigur Klæmint Weihe, stjóri í Føroya Dátusavni.

„Føroyakortið er vorðið til, tí tað hevur verið ein fullkomin samanrenning millum tey røttu fólkini ta røttu løtuna,“ sigur Magnus Tausen, ið er stjóri í Námi og fegnast um samstarvið kring kortið.

„Staðarnøvnini á føroyakortunum ganga í flestum førum aftur til arbeiðið, sum Generalstaburin gjørdi í 1890’unum,“ sigur Eivind Weyhe, sum er formaður í Staðarnavnanevdini. “Tey vóru ikki altíð so stinn í føroyskum, og tí eru villur íkomnar, sum hava verið standandi á kortum líka síðan, og sum tað kann vera ringt at sleppa av aftur við. Til dømis hava Ókyrrumúli og Stattirnir staðið sum nøvn í Lítlu Dímun í eini hundrað ár, men eru nú rættað til Oyggjarmúli og Støddanev, sum eru teir rættu navnaformarnir. Tí er ofta neyðugt at fara afturum aftur og hyggja kritiskt at nøvnunum,“ sigur Eivind.

Øll nøvnini kunnu leitast fram á nýstovnaðu GIS-heimasíðuni.

Nýggja føroyakortið er í stødd 1:100 000, har ein sentimetur á kortinum er ein kilometur á landi og sjógvi.

Føroyakortið verður í nýggja heimsatlasinum, sum eisini fer at hava sín egna undirvísingarheim á skúlaportalinum Snar.

„Føroyakortið skal vera so vakurt, at tað kann hanga í hvørjari stovu í landinum, og so skal prísurin eisini vera til at gjalda hjá øllum,“ sigur Magnus Tausen um málsetningin hjá Námi og øllum, ið hava samstarvið um kortið. „Eg haldi, at tað hevur eydnast okkum. Harafturat skal kortið styrkja kunnleikan hjá øllum føroyingum um oyggjarnar og knýta okkum saman,“ sigur hann og upplýsir, at føroyakortið fer at kosta 375 krónur, nú tað verður sett til sølu Flaggdagin.

Øll forritan og talgild tekning hjá Føroya Dátusavni byggir á tey fleiri enn 1700 staðarnøvnini, sum rúmast á hesum prentaða korti, sum Staðarnavnnevndin hevur góðkent.

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020