• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Føroysk hagtøl inn í skúlarnar

20.04.2010
Í samstarvi millum undirvísingarportalin Snar og Manntal verður nú farið undir at gera undirvísingartilfar
til næsta skúlaár.

Í fleiri undirvísingargreinum er stórur tørvur á føroyskum hagtølum. Ferð eftir ferð hoyra vit frá lærarum og næmingum á øllum floksstigum - eitt nú heimstaðarlæru og samfelagslæru - at tørvur er á føroyskum hagtølum.

Loysnin í skúlunum er ofta at brúka útlendsk hagtøl – oftast donsk.

Nøkur hagtøl eru tøk í dag, sum kunnu brúkast, men tey kunnu tykjast trupul at finna, og lítið og einki nýtt tilfar er gjørt til tann partin av undirvísingini, sum brúkar føroyskt hagtøl.

Saman við Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarunum og undirvísingarportalinum snar.fo fer Manntal nú at gera nýtt føroyskt tilfar at brúka í undirvísingini.

Snar.fo setur í fyrsta lagi hagtøl um íbúgvaviðurskifti á skránna. Ætlanin er at gera eina undirsíðu á snar.fo við nýggjasta føroyska tilfari um íbúgvaviðurskifti.

Í øðrum lagi er ætlanin fyrireika næmingar og lærarar til ta rúgvu av hagtølum, sum koma, tá fólkateljingin hevur verið í november 2011.

Kelda: Manntal

Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019