• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Føroyskar orðabøkur í altjóða lærarablaði

26.03.2012
Grein um Nám í The Learning Teacher Magazine

The Learning Teacher Network er evropeiskur felagsskapur fyri lærarar og onnur, sum starvast innan undirvísing. Felagsskapurin byrjaði sum ein partur av Socrates skipanini hjá ES í 2003 og hevur síðani ment seg til ein sjálvstøðugan altjóða felagsskap.  

Felagsskapurin  leggur stóran dent á vitanardeiling, og umframt at skipa fyri ráðstevnum, geva tey út blaðið The Learning Teacher Magazine.  Blaðið kemur út fýra ferðir um árið, og í ársins fyrsta blaði er grein um føroyska skúlaverkið.  

Greinin “Free Dictionaries for Everyone in Education” lýsir undirvísingarportalin hjá Námi, Snar, sum við tíðini verður ment til at vera staðið, har lærarar finna júst tað, teir hava tørv á til undirvísing í føroyska skúlanum. 

Enska greinin snýr seg eisini um orðabókasamstarvið millum Nám, Sprotan og Orðabókagrunnin, sum veitir øllum føroyskum skúlabørnum og øllum, sum eru knýtt at føroyska skúlaverkinum, ókeypis atgongd til 11 orðabøkur á netinum. Hendan týðandi og slóðbrótandi tænasta er tøk á Snar við kontonavni frá First Class, sum Nám eisini umsitur.

 

The Learning Teacher Magazine no 1, 2012

The Learning Teacher Network

The Learning Teacher Magazine 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019