• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Franskbókin er dagførd

09.07.2019
Nú er mállæran løgd inn sum vanligar sBókasíður.

Í 2016 varð fyri fyrstu ferð nakrantíð undirvísingartilfar til lærugreinina

franskt givið út á føroyskum máli. Talan er um sBókina, Franskbókin, sum

fransklærararnir, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, hava týtt úr donskum og

tillagað til føroyskt.

Franskbókin varð givin út sum pappírsbók í 2018.

Nú er sBókin dagførd, soleiðis, at franska mállæran, som lá sum pdf-fíla inni í sBókioni, nú eisini er løgd inn sum vanligar sBókasíður. Hetta hevur m.a. við sær, at tað er lættari at leita í mállæruni. Eisini eru nakrar rætingar gjørdar í sBókini.

Í summar hava allar sBøkurnar hjá Námi skift domeni, so nú liggur Franskbókin á hesum leinkinum: franskbokin.sbok.nam.fo

Nýggj útgáva av pappírsbókini er sisini á veg.

 

 

|
Atknýtt tíðindi
sBøkurnar skifta domeniFøroysk lærubók til franskt í pappírsútgávusBók til franskt á føroyskum máli
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019