• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Grønlendsk vitjan í Námi

09.12.2014
Snar flytir til Grønlands

Í hesum døgum hevur Nám vitjan úr Grønlandi. Í ferðalagnum eru 11 fólk umboðandi Informationsafdelingen, Udviklingsafdelingen, Undervisningsmiddelforlaget og Pædagogisk IT, sum eru deildir innan Institut for Læring, sum veitir tænastu til skúlaverkið í Grønlandi. 

Tey skriva soleiðis um vitjanina: "Institut for Læring veitir tænastur til fólkaskúlan við høvuðuðsdenti á lærarar og næmingar. Grønlendska Heimastýrið er saman við Digitaliseringsstyrelsen farið undir at skipa ein undirvísingarportal. Tað er Snar, sum er fyrimyndin í hesum arbeiðinum. Sambandið millum Føroyar og Grønland er ikki nýtt, og umboð fyri Snar-toymið í Námi hava fyrr verið í Grønlandi og lagt fram um Snar. Grønlendska ferðalagið er nú komið til Føroyar at seta seg meiri inn í føroysku skúlaskipanina, og Nám og serliga seta seg nærri inn í smálutirnar í Snar.  

Mánadagin hevur verið kunning um føroyska skúlaverkið og nærri greining av Snar. Týsdagin verða ymiskar framløgur úr bæði Føroyum og Grønlandi á skránni. Endamálið er at finna og menna samstarvsøki og læra hvør av øðrum. Mikudagin verður skúlavitjan á Eiði umframt útferð. 

Hóast nógv er øðrvísi í Grønlandi enn Føroyum, eru tað eisini øki, sum samstarvast kann um. Tað eru hesi øki, sum nú í felag dentur verður lagdur á, so styrkir og góð hugskot kunnu koma báðum pørtum til góða. Snar er dømi um tað, nú hann verður fyrimyndin fyri grønlendsku loysnini. 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020