• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Heimspeki í skúlanum

11.06.2015
- Nýggj temasíða á Snar um heimspeki í kristnikunnleika og átrúnaði.

Í námsætlanini fyri kristnikunnleika og átrúnaði verður staðfest, at ”Næmingurin upplivir longsil og leitan eftir meining, endamáli og innihaldi í tilveruni.” Hetta menniskjasýn er grundarlag undir førleikamálum og kjarnuøkjum í fakinum. Bøkurnar til kristnikunnleika og átrúnað frá Námi byggja eisini á hesa hugsjón. Í Kristni 6 frá 2013 eftir Jón Magnus Joensen verður m.a. spurt: Hví fara vaksin í kríggj heldur enn at tosa saman? Er tað altíð skeivt at drepa eitt menniskja? - Opnir spurningar við opnum svarum, sum hava sín uppruna í heimspeki og átrúnaði.

Heimspeki hevur haft viðfevnda ávirkan á alt samfelagslív síðan fornøldina, og tá kristindómurin seinni kom við Paulusi, fylgdust átrúnaðurin og heimspekin víðari fram á leiðini. Hetta hava tey gjørt í øldir – og enn í dag myndar henda samanrenning okkara samfelag. Stórt sæð alt samfelagslív hevur rót í bæði heimspeki og kristindómi. Hetta liggur í dvala í mestsum øllum vit gera og siga – alt frá andaligum og vísindaligum virksemi til vanliga barnauppaling.

Heimspeki er kanska tað einasta øki í fólkaskúlanum, sum viðkemur øllum, tí fakið viðgerð lívshugtøk, sum øll børn kenna frá gerandisdegnum. Fakið krevur ikki serliga vitan ella kunnleika, men gevur børnunum - og teimum vaksnu - eina breiðari fatan av veruleikanum. Endamálið í heimspeki er samrøðan og spurningurin er kveikjarin. Eingin veit mest, einki er rætt og ongin spuringur er býttur. Heimspeki er at undrast, spyrja, lurta og at viðurkenna, at vit í roynd og veru ikki vita serliga nógv.

Á nýggju temasíðuni verður m.a. spurt: Hvat er Gud? Hvat er heilagt? Er nøkur røtt tulking av Bíbliuni? Er jólamaðurin til? Endamálið er samrøðan, at seta spurningar og at grundgeva. Á temasíðuni sæst hvørji kjarnuøki í námsætlanini evnini viðgera.

Slóð til temasíðuna er her.

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020