• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Holocaust dagur í Føroyum

06.05.2019
Nám skal gera tilfar

Eitt einmælt løgting hevur, eftir uppskoti til samtyktar frá Jógvani á Lakjuni í Fólkaflokkinum, samtykt, at 27. januar verður almennur minningardagur teirra, sum lótu lív í Holocaust, og í øðrum fólkadrápum. Upp undir dagin 27. januar hevur undirvísingarportalurin Snar mint á dagin við eini temasíðu, sum er opin og almenn at brúka, hóast hon er gjørd til undirvísing. Nýggjasta ískoytið á temasíðuni er júst samtykta uppskotið á tingi. Løgtingsins Mentanarnevndin sigur, at dagurin eigur at verða ein námsfrøðiligur minningardagur, sum skal hava til endamáls at stimbra søguliga og etiska vitan um fólkadráp, og skal kunna um tey viðurskifti, ið hótta fólkaræðið og elva til slíkar ræðuleikar. Dentur eigur at verða lagdur á at upplýsa um fólkadráp, at gera egið tilfar og at fáa týtt og lagað útlendskt tilfar til føroyskt. Til at tryggja hesa uppgávu, skal Nám taka høvuðsábyrgd av at skipa dagin, verður sagt.

Her er temasíðan, sum undirvísingarportalurin Snar hevur gjørt, og sum øll kunnu viðmerkja og brúka

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019