• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Holocaust

05.01.2016
Nám ger temasíðu til hádeild

27. januar er altjóða holocaust-dagur. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz.

70 ár seinni er tilfar um fangalegur komið undan kavi, eins og Mein Kampf hjá Hitler og dagbókin hjá Onnu Frank helst fara at verða leysar av upphavsrættindum.

Tí hevur Nám gjørt ein temasíðu, um at undirvísa í hesum evni.

Á síðuni eru almennir upplýsingar um holocaust, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar úr Námi og aðrastaðni við, at brúka í skúlanum. Umframt útgreinaðar undirvísingargongdir um holocaust, fara vit inn í Auschwitz-Birkenau við føroyskum ferðaleiðara.

Her er temasíðan hjá Námi um holocaust

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019