• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Hvat er ein mynd?

31.03.2009
Í kvøld kl. 19.00 heldur Peter Widell, sum í løtuni er gestalærari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fyrilestur við heitinum "Hvat er ein mynd?" í Listasavninum.

Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum stendur soleiðis um fyrilesturin:

"Tvey høvuðástøði um myndir í 20. øld eru: illusjónsástøðið og semiotiska myndaástøðið. Sambært Ernst Gombrich, er ein mynd eini ráð at skapa eina illusjón um lutin, sum verður avmyndaður. Gombrich hevur lýst hesa hugsan um myndir sum gykl í bókini Art and Illusion frá 1959. Semiotiskt myndaástøði sigur, at ein mynd er eitt tekn eins og málsligu teknini, sum vit nýta, tá ið vit tosa. Semiotiska ástøði um myndir hevur kanadiski heimspekingurin Nelson Goodman skrivað um í bókini The Languages of Art, sum kom út í 1969."

"Við støði í fýra greiðum dømum um høpi, har vit nýta orðið "mynd", fer fyrilesturin bæði at venda sær frá illusjónsástøðinum og semiotiska myndaástøðinum".

Mynd: setur.fo

Rói Joensen

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020