• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Krabbar

02.09.2014
Loyndarmál, rúmdin og slangur í paradísi.
Hesa ferð koma 8 krabbabøkur út, og ein teirra er upprunaføroysk

Úti í rúmdini er faktabók um – sum heitið sigur – rúmdina. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað. Í bókini kanst tú lesa um, hvar rúmdin er, hvat er í rúmdini, mánan og mánaferðir, sólina og sólarmyrking og mangt, mangt annað forvitnisligt. Bókin er ógvuliga aktuell, nú vit hava sólarmyrking komandi ár; har er ymiskt forkunnugt at lesa um, tá ið sólarmyrking var í Føroyum seinast. Pól Jespersen, sum hevur skrivað virðisløntu bókina Rúmdin, hevur verið fakligur ráðgevi. Bókin er bólkað í fjórða torleikastigi.

Loyndarmálið í Sydney er fimta bókin í røðini um Dáva og familju hansara, ið dámar væl at ferðast, men sum møta stórum avbjóðingum hvørja einastu ferð, tey leggja leiðina út í heim. So stórar avbjóðingar, at tey verða hótt eftir lívinum og mugu flýggja langt burtur. Spurningurin er so, um Sydney er nóg langt burtur …  Bjørn Sortland hevur skrivað, og hann vitjar í Føroyum í november, tá ið Bókadagarnir vera í Norðurlandahúsinum; tá verður høvi at hoyra um allar bøkurnar Sortland hevur skrivað. Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt Loyndarmálið í Sydney.  Bókin er bólkað í sætta torleikastigi.

David Copperfield er kend bók eftir Charles Dickens, og upprunabókin er gjørd til film fleiri ferðir. Bókin er um álit, svik og kærleika. Tá ið mamma David giftist við ónda harra Murdstone, eru eydnusomu barnaárini hjá Davidi at enda komin. Hann hevur tó áræði at stríðast ímóti við hjálp frá góðum fólki … Tað er Lena Jacobsen, sum hevur týtt. Bókin er til fimta torleikastig.

Loynilig ætlan/Slanga í paradísi er onnur bókin í røðini, um tær báðar Hannu og Emmu, sum eru bestu vinkonur; bókin er í tveimum. Í hesari bókini leggja tær saman ráð, sum ikki kann miseydnast, halda tær. Tað er Bente Bratlund, sum skrivar. Hildigunn Niclasen hevur týtt. Bókin er bólkað til fjórða torleikastig.

Vit vilja hava hund! er fitt søga um systkini Juliu og Odd, sum vilja gera alt fyri at fáa hund; foreldrini halda ikki, at tey duga at hava ábyrgd av einum djóri, so Julia og Oddur mugu finna upp á ráð at sannføra foreldrini; og tað er ikki hissini ætlan … Tað er Ragnfrid Trohaug, sum hevur skrivað, og Hildigunn Niclasen hevur týtt. Bókin er bólkað í fjórða torleikastigi.

Katla og Stina og kavamaðurin Ísakur er fjórða bók um tær báðar Katlu og Stinu, sum eru detektivar. Í hesari bókini loysa tær málið, hví kavamaðurin Ísakur missir bæði húgvu og skíðir. Hildigunn Niclasen hevur hevur týtt. Bókin er til fjórða torleikastig.

So rudda vit og Ívar og Rufus svimja eru skemtiligar søgur til annað torleikastig. Í So rudda vit finnur mamman upp á ráð, tá ið pápin og Jens sníkja seg út fyri at sleppa undan at rudda, og í Ívar og Rufus svimja verður hundalív í svimjihøllini, tá ið Ívar og Rufus fara at svimja. Tað eru ávikavist Camilla Kuhn og Jan Chr. Næs, sum hava skrivað, og Lydia Didriksen hevur týtt báðar.

Næsta krabbabókútgávuumfar er 1. november.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020