• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Lær teg at stava 2

02.10.2015
Lær teg at stava 2 er onnur bókin av trimum stavsetingarbókum til innskúlingina.

Hugsanin er, at bókin verður nýtt í 2. flokki. Skrivihefti hoyrir til bókina og er við í prísinum.

Í bókini eru átjan smáar søgur (fyrisagnir) og uppgávur, har børnini arbeiða við sjálvljóðum og hjáljóðum, stavilsum, rímpørtum og stavimynstrum, setningsbygnaði o. ø.

Aftast í bókini er vegleiðing til lærarar og foreldur.

Lær teg at stava 2 er partur av Súlu-tilfarinum, sum Nám gevur út. Bókin kostar 80,00 kr. og fæst til keyps í Bókamiðsøluni.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019