• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Leita eftir ungum millum 12 og 16 ár til UNICEF ráðstevnu

27.09.2019
Tann 16. januar 2020 skipar UNICEF fyri ráðstevnu í Keypmannahavn, har børn og ung úr øllum Norðurlondum fara at luttaka.

Eisini børn og ung úr Føroyum eru boðin við, og í hesum sambandi leita vit nú eftir børnum og ungum millum 12-16 ár, sum hava hug at luttaka.

Ráðstevnan verður hildin, tí Barnarættindasáttmálin hjá ST fyllir 30 ár. Evnið fyri ráðstevnuni er grein 12 í Barnarættindasáttmálanum um rættin hjá børnum at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum viðkoma teimum.

Bólkarnir, sum luttaka á ráðstevnuni, skulu í oktober mánað arbeiða við evninum og koma við tilmæli um, hvussu vit tryggja:

  1. at øll børn og ung kenna síni rættindi.
  2. at øll børn og ung verða hoyrd og tikin við upp á ráð bæði í familjuni, í skúlanum, í frítíðini og í lokalsamfelagnum.

Tann 16. januar 2020 leggja bólkarnir tilmælini fram á ráðstevnuni í Keypmannahavn.

Bólkurin av føroyskum børnum og ungum fer úr Føroyum tann 15. januar 2020 og heim aftur tann 17. januar 2020. Við á ferðini verða tveir vaksnir fylgjarar. Luttakararnir búgva á Globalhagen Hostel. Bæði ferð og uppihald í Keypmannahavn eru ókeypis fyri luttakararnar.

Tú kanst lesa meira um verkætlanina á www.barnabati.fo

Um tú ert millum 12 og 16 ár og hevur hug at luttaka í verkætlanini og á ráðstevnuni, send okkum so eina umsókn, har tú upplýsir navn, bústað og aldur. Tú skalt eisini stutt greiða okkum frá, hví tú hevur hug at luttaka í hesi verkætlan.

Foreldur ella verji tín skulu vátta, at tey geva tær loyvi at luttaka. Váttanin, sum foreldur ella verji tín skulu fylla út og undirskriva, kann takast niður her.

Send umsókn tína og váttanina til jenny@mmr.fo  innan 30. september 2019.

Blíðar heilsanir

 

Poul Geert Hansen,

aðalstjóri Uttanríkis- og mentamálaráðið 

Sólja í Ólavsstovu,

Barnanna umboðsmaður  

Djóni J. Eidesgaard,

aðalskrivari Barnabati

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019