• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Minsti skúlin vann ársins SEV-kapping um orkunýtslu

02.04.2009
Tað er fest og gleði á Velbastað. Elsti flokkurin í Velbastaðar skúla varð seinnapartin í gjár kosin vinnari av landsumfatandi skúlakappingini hjá SEV fyri 7. flokkar. Velbastaðarbørn vunnu samanlagt ein bæði sannførandi og uppibornan sigur.

Kapping í tveimum pørtum

Kappingin snúði seg um orkunýtslu og var í tveimum pørtum.

Fyrri parturin umfataði eina skrivliga uppgávu um vikuna tær sjey vikurnar, kappingin vardi, grundað á upplýsingar úr Ársfrágreiðingini hjá SEV. Kristiana Rein, orkuráðgevi, og Annika F. Berg, HTU-leiðari, løgdu uppgávurnar til rættis og stóðu eisini fyri rættingini av teimum.

Í seinna partinum av kappingini skuldu flokkarnir gera uppskot til lýsingar um elorkusparing, har málbólkurin var ungfólk í aldrinum 13-16 ár. 15 flokkar luttóku í fyrra partinum og 14 í seinna partinum. Úrslitið var, at 7. flokkur á Velbastað fekk flest stig bæði fyri skrivligar uppgávur og lýsingauppskot.

Nógv onnur góð hugskot

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum var ein av dómarunum, segði eftir kappingina, at hann og hini í dómsnevndini vóru ovfarin av mongu góðu uppskotunum, sum flokkarnir høvdu latið úr hondum.

- Hetta gjørdi uppgávu okkara at velja tey bestu burturúr sera torføra, og hetta sigur nógv um støðið í kappingini, segði hann m.a., samstundis sum hann takkaði øllum flokkunum og skúlunum fyri luttøkuna.

Saman við honum sótu í dómsnevndini: William Smith, viðlíkahaldsstjóri í Atlantic Airways, Oddvá Nattestad, lærari, og Jenny Lydersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.

Hinar virðislønirnar

Umframt Íslandsferðina, vóru fýra aðrar virðislønir latnar.

Aðru virðisløn, sum er ein bowlingtúrur + pitsa fyri allan flokkin, vann Ósaskúlin í Klaksvík.

Triðju virðisløn, sum er ein biograftúrur + pitsa til allan flokkin, vann Venjingarskúlin.

Fjórðu virðisløn - ein SEV-hettublusa í part til allan flokkin - vann Tórshavnar kommunuskúli.

Fimtu virðisløn - ein SEV-blusa í part til allan flokkin -  vann 7. b á Eysturskúlanum.

Myndatekstur: 8 av vinnarunum av Velbastað. F.v.: Dánjal Petur Jensen, Teitur Lassen, Tóki Hjartarson, Egi Kárason Djurhuus, Ólavur T. Patursson, Ári Hansen, Rannvá Egholm og Tinna í Garði Patursson. Niclas Brimnes vantar á myndini. (Mynd: www.sev.fo)

Tíðindini eru frá heimasíðuni hjá SEV , har tað ber til at lesa meira um evnið og um orkusparing yvirhøvur.

Lagt út hevur Wenche Andreassen, ritstjóri

|
Atknýtt tíðindi
Rokna við GoogleSpyr læraran um First Lego LeagueGomlu Sigmabløðini á Snar
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019