• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nám á Bókadøgunum

18.11.2014
Spildurnýtt heimsatlas, ein skattakista við læruspølum og brellbitar úr ávegis bókmentasøgu. Hetta eru íkøstini frá Námi á Bókadøgunum næsta vikuskifti

Fyrsta atlas í meir enn 20 ár

Leygardagin 22. november kl. 13:45 leggur Nám fram Atlas til heim og skúla.

Magnus Tausen, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin og undir leiðslu av Joannu Johansen og Kára Bæk fer barnakórið Cantus at syngja verðinssangir úr Danmark, Svøríki, Amerika, Afrika og Japan.

Hans Pauli Strøm, frá Útgávudeildini á Hagstovu Føroya og fakligur ráðgevi í sambandi við atlasið, fer at greiða frá um tilflytarar úr fremmandum londum og hugtakinum fátækraváða.

Jennifer Ntanyamal Leparteleg, sum kom higar úr nýggjasta landinum í atlasinum, Suðursudan, heldur síðan røðu og fær fyrsta atlasið. Hon fær eisini høvið at handa næsta røðara, Bjørn Kalsø, landstýrismanni við mentamálaum, annað atlasið henda dag.

Hesar báðar almennu bókadagarnar fæst atlasið, føroyakortið og nýggja heimskortið hjá Námi til serprísir.

---

Tað skal vera stuttligt at læra

Klokkan 15 leygardagin (beint eftir at Atlasið er lagt fram) verður framløga av nýggjari spælidós. Tað eru Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, sum hava gjørt øll spølini í Súluspøl, og tey leggja eisini fram.

Súluspøl eru ætlað at stuðla børnum í fyrstu lesi- og stavimenningini, og tey kunnu spælast heima, í dagstovni, forskúla og skúla. Spølini miða ímóti at gera børn meira ljóðliga ansin og at menna teirra vitan um bókstav og ljóð.

- Tað skal vera stuttligt at læra at lesa og stava. Í spæli kunnu venjingar endurtakast aftur og aftur, og børnini gerast betri og betri, samstundis sum tað er spennandi og avbjóðandi, greiða tey bæði frá.

Súlan er ein undirvísingarheild við høvuðsbók, smáum lesibókum, skrivibókum og tilfari á Snar. Og nú er ein stórur kassi við spølum eisini partur av heildini.

Súluspøl verða løgd fram leygardagin kl. 15 og verða til sølu á Bókadøgunum.

---

Føroysk bókmentasøga 1900 til 1960

Sunnudagin 23. november kl. 15 hava Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir framløgu um arbeiðið við øðrum bindi av føroysku bókmentasøguni. Fyrsta bind, Føroysk bókmentasøga 1, kom út í 2011, og tær báðar arbeiða í løtuni við tekstunum til annað bind.

Á framløguni sunnudagin fer Turið Sigurðardóttir at greiða frá bygnaðinum í øðrum bindi og ymiskum træðrum í føroysku bókmentasøguni tíðarskeiðið 1900 til 1960.

Malan Marnersdóttir lýsir síðan dømi úr komandi bókini, har hon greiðir frá um føroyingar, sum skrivaðu bestseljarar til danska bókamarknaðin í 1950-árunum. Umframt William Heinesn vóru Richard B. Thomsen, Eilif Mortansson og Adrian Johansen nógv seldir og profileraðir hesa tíðina.

Framløgan um arbeiðið við “Føroyskari bókmentasøgu 2” verður í Norðurstovu sunnudagin kl. 15.

|
Atknýtt tíðindi
Atlas til heim og skúla
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019