• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýggj roknibók

13.08.2010
Nú er aftur ein bók í Skygnirøðini komin út.
Gongst eftir ætlan verður bókarøðin Skygni fullfíggjað í 2011. Tá kunnu allir flokkar í fólkaskúlanum, frá fyrsta til níggjunda, rokna á føroyskum undir savnandi heitinum Skygni.

Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava týtt og tillagað tilfarið í bókunum, sum byggir á donsku røðina Sigma hjá forlagnum Malling Beck. Føroysku útgávuna til forskúla og byrjanardeild hevur Allan Dalsgarð teknað. Lisa Golbe hevur myndprýtt bøkurnar til 4., 5. og 6. flokk og Olivur við Neyst eigur føroysku tekningarnar í Skygni 8 og 9.

Í Skygnirøðini er føroyski gerandisdagurin grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Tilfarið leggur eisini upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Næmingurin skal eggjast til at undrast og til sjálvur at koma við hugskotum til loysnir, sum hann síðan kann royna og at enda greiða flokkinum frá.

Fyrsta føroyska roknibókin kom í 1916. Í 1942 kom Roknibók I og árið eftir Roknibók II. Frá 1965 og úti í 70-árini kom Roknibókarøðin frá 1. til 7. skúlaár eftir norska Cappelens regneverk. Í 1987 komu so fyrstu Sigmabøkurnar, sum í 1993 vóru endurskoðaðar og skiftu navn til Skygni.

Les meira um útgávuheildina á snarsíðuni til Skygni 6.

Sí viðfestu myndirnar av gomlu roknibókunum.

Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóri

 

 

|
Atknýttar fílur
Roknibók frá 1942Roknibók frá 70-unumSigma frá 90-unum
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019