• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýggjur roknisangur

15.01.2016
Steintór Rasmussen, lærari í Klaksvík, sum eisini er kendur úr Frændum og Kulum Rótum, hevur gjørt nýggjan roknisang.

Sangurin er nú á serstakari Snarsíðu við teksti og sjónbandalagið.

Roknisangurin er ætlaður fólkaskúlanæmingum. Hugskotið er ein stuttlig og øðrvísi yrking, sum lærir børnini at falda tølini frá 1 til 10. Ásannandi at tað ikki er nógvur veruligur skaldskapur í støddfrøðini, eru orðini og lagið smíðað soleiðis, at hetta skal fanga børn í skúlaaldri. Tað ber til at taka brot úr yrkingini til ávísar næmingar og evni í undirvísingini. Men fremsta endamálið er at kveikja áhugan fyri rokning og at læra børnini truplu tabelltølini uttanat.   

Tónleikurin er innspældur á nútímans hátt, og tað eru bæði børn og vaksin, sum syngja. Kortini er eitt tað týdningarmesta í allari hesi ætlanini, at eitt sjónbandalag er upptikið, soleiðis at næmingarnir nátúrliga brúka fleiri sansir og miðlar at læra tølini og tabellirnar.  Stórur ómakur er lagdur í at fáa ein heilan flokk av lærarum at spæla næmingar í sjónbandalagnum, og tað er eitt skúlabarn, sum í sjónbandalagnum, yvirtekur læraraleiklutin. Sangurin er góðar fýra minuttir og er kryddraður við tekningum og djóramyndum, sum kunnu styrkja talfatanina hjá børnum.      

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019