• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýggjur talgildur pallur til føroyska fólkaskúlan

06.03.2015
Nám hevur keypt rættindi til netbornan pall hjá danska forlagnum Alinea. Pallurin er serliga ætlaður fólkaskúlanum og fer at fáa stóran týdning fyri talgildu menningina.

Tíðindaskriv 3. mars 2015

Fyri at seta ferð á talgildingina av undirvísingartilfari til føroyska fólkaskúlan hevur Nám keypt rættindi til nýggjan netbornan pall, sum serliga er ætlaður fólkaskúlanum. Talan er um Fleksbókina, sum danska forlagið Alinea hevur ment til danska marknaðin og nú fer undir at selja til onnur lond.

Fleksbók er ein netborin og samvirkin pallur, sum lættliga kann broyta verandi lærubøkur til talgilt undirvísingartilfar. Fleksbókin ger tað lættari fyri lærarar at samskifta við næmingarnar og laga tilfarið til ymiskar næmingarførleikar – uttan at teir vera noyddir at keypa nýtt tilfar ella gevast at brúka tað roynda og góða tilfarið.

Saman við pappírsbókini
Nýggi stjórin í Námi, Regin Marnersson, metir, at Fleksbókin fer at merkja, at talgildingin av føroyskum undirvísingartilfari fer at ganga skjótari og liggja í tryggari karmum, nú Nám eisini hevur Fleksbókina:

”Nærum allir skúlar hava samvirknar talvur, og nógvir skúlar hava góð talgild amboð, og tí eigur Nám sjálvandi at halda fram at gera talgilt undirvísingartilfar. Vit hava undirvísingarportalin Snar og atknýttar útgávuheimasíður, og vit hava eisini sBøkur serliga til miðnám. Men Fleksbókin er nakað annað. Hon er ein talgild útgáva av pappírsbókini, og vit kunnu nú fara í holt við at talgilda bøkurnar, sum vit longu hava givið út, samstundis sum vit kunnu hugsa talgildu møguleikarnir inn í tær útgávur, sum eru í gerð.”

Fyrstu verkætlanirnar hjá Námi, sum eru knýttar at Fleksbókini eru bókaheildir til søgu og føroyskt í miðdeildini.

Gunvá Magnussen, sum er ritstjóri á Søgu til fjórða flokk, sigur at Fleksbókin gevur nakrar møguleikar, sum ikki vóru, um bøkurnar bara komu sum pappírsútgávur.

”Tá ið Alinea gevur eina Fleksbók út, so er tað altíð saman við einari pappírsbók, og soleiðis verður eisini við bókunum til søgu og føroyskt. Vit geva ein pappírsbók út, men saman við pappírsbókini verður eisini ein netbók, Fleksbókin, sum hevur sama flotta grafiska snið sum pappírsbókin men eisini ymiskt annað, t.d. filmar, ljóðupptøkur og eyka uppgávur. Við Fleksbókini kunnu vit eisini leggja nógv fleiri myndir til ymisku evnini.”

Úrslit av fíggjarligum stuðli
Fleksbókin kom á danska marknaðin í 2014, og stjórin í Alinea væntar at selja pallin til fleiri lond, tí stórur tørvur er á einari skipan, sum byggir brýr millum pappír og net. Nám og almenna grønlendska forlagið Ilinniusiorfik eru fyrstu forløgini uttan fyri Danmark at keypa pallin, og Ebbe Dam Nielsen fegnast um avtaluna: ”Vit fegnast um, at tey almennu forløgini í Grønlandi og Føroyum hava valt at brúka Fleksbókina sum grundarlag undir talgildu menningini í fólkaskúlunum. Tað er eitt stórt álit, sum vit ætla at liva upp til bæði nú og komandi árini bæði í rakstri og framhaldandi menning.”

Ebbe Dam Nielsen staðfestir, at nýggi pallurin er eitt úrslit av, at danska undirvísingarmálaráðið hevur veitt skúlum fíggjarligan stuðul til at keypa talgilt undirvísingartilfar. Hetta hevur verið við til at ment ein marknað og gjørt tað møguligt hjá Alinea at menna Fleksbókina, sigur hann.

Stjórin á grønlendska undirvísingarforlagnum Ilinniusiorfik, Carla Rosing Olsen, væntar sær eisini nógv av nýggja pallinum:

”Vi hava valt Fleksbókina, tí hon hevur ein einfaldan og pedagogiskan bygnað. Tað vil siga at grønlendsku næmingarnir lættliga kunnu brúka verandi góða tilfar, men eisini hava nakrar talgildar møguleikar, sum kunnu vera hentir í samband við fjarundirvísing og sum eisini sampakka væl við talgildingarætlanirnar hjá landsstýrinum,” sigur Carla Rosing Olsen.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020