• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýtt og øðrvísi: Sýni & Dýpi 1

19.08.2014

Nám hevur nú givið nýggja sBókaheild út til lærugreinina føroyskt í miðnámi.

Í sBókaheildini Sýni & Dýpi 1 eru 1123 uppgávur, 65 samvirknar uppgávur, átta verkstovur, 51 filmsbrot, 69 ljóðupptøkur, 140 myndir, 407 orðafrágreiðingar, átta greiningarfrymlar umframt ástøðistekstir, kunnandi tekstir og tekstir umboðandi ymisku tekstsløgini.

Í Dýpi 1 eru øll tey vanligu tekstsløgini umboðað við dømum, kunning og arbeiðsspurningum.

Í Sýni 1 er ástøði, søga og kunning um lesing, skriving, munnligt samskifti, mál í nýtslu, málsøgu, tekstsløg og samansettar tekstir.

Sýni & Dýpi 1 er fyrsta sBókaheild av trimum. Eitt árshald kostar 198 krónur, eitt kvartalshald kostar 78 krónur, og royndarhald til tveir dagar er ókeypis.

Meiri kunning um sBókamiðilin er í sBókini um sBókina, og kunning um seinastu útgávurnar og ávegis útgávur er á sKunning.

Til ber altíð at kaga í Sýni & Dýpi 1 á adressuni sd1.systime.dk

|
Atknýtt tíðindi
Hvat er ein sBók?Ver við í menningini
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020