• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Orðabøkur Sprotans á Snar

22.11.2010
Nú ber til at leita í netorðabókunum hjá Sprotanum beinleiðis á Snar. Til ber at gera tvær ókeypis leitingar. Vilt tú leita meira, mást tú keypa orðabókahald á heimasíðuni hjá Sprotanum.

Við loyvi frá Sprotanum er netorðabøkur Sprotans lagdar út á Snar sum innbygd síða (iframe). Fyri brúkaran merkir tað, at nú ber til at leita í orðabókunum hjá Sprotanum beinleiðis frá Snar.

Higartil hevur bert borið til at leita í Móðurmálsorðabókini hjá Orðabókagrunninum beinleiðis frá Snar. Nú verður so eisini møguligt at leita í orðabókum Sprotans.

Í vinstra bredda á forsíðuni á Snar er ein knøttur at koma inn á síðuna. Eisini liggja orðabøkurnar á síðuni við ymiskum hentleikum.

Tað ber tó ikki til at leita óavmarkað í orðabókunum hjá Sprotanum. Tvær leitingar eru ókeypis, og vilt tú leita meira, mást tú keypa orðabókahald á heimasíðuni hjá Sprotanum. Orðabókahald í ein mánað kostar 25 krónur.

Hjá skúlum og fyritøkum ber til at keypa hald til intranetið, so at allar teldur á netinum á skúlanum ella fyritøkuni hava atgongd til orðabøkurnar.

Málini í orðabókunum eru føroyskt-enskt, enskt-føroyskt, danskt-føroyskt, týskt-føroyskt og føroyskt-spanskt. Russiskt-føroyskt er á gáttuni og verður í løtuni royndarkoyrd á forlagnum.

Á Sprotanum hava tey ment teirra egnu skipan at vísa orðabøkurnar, og skipanin verður alla tíðina ment við nýggjum hentleikum, so at brúkarin fær størri gleði av orðabókunum.

Ein av hentleikunum er tað sokallaða “Meinti tú”. Hesin hentleiki ger at, tá ið eitt leitorð er stavað skeivt, kemur skipanin við uppskotum um stavsetingar sum líkjast.

Dátugrunnurin aftanfyri orðabøkurnar verður alla tíðina dagførdur, og brúkararnir av orðabókunum hava eisini møguleika at gera viðmerkingar og koma við hugskotum til orðabøkurnar. Hetta kann gerast úti í høgra bredda á orðabókasíðuni hjá Sprotanum.

Sprotin selur eisini eitt offline orðabókaforrit nevnt “Plinkan”. Hetta er eitt lítið snøgt orðabókaforrit, sum leggur seg framman fyri onnur forrit, og tí er lætt at brúka. Hendan skipanin verður eisini alla tíðina ment við nýggjum hentleikum. Sjálvt forritið “Plinkan” er ókeypis at taka niður og leggja á telduna, men tú mást keypa hald, áðrenn orðabøkurnar eru klárar at brúka. Plinkan verður eisini alla tíðina ment við nýggjum hentleikum.

Skrivað hevur: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019