• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Pippi Langsokkur

19.05.2015
Hóast tíðarleys, fyllir hon 70

Í hesum døgum fyllir ein av kendastu gentum á okkara leiðum 70 ár, hóast hon er tíðarleys. Tað er Pippi, sum Astrid Lindgren fann uppá í eini søgu, tá dótturin Karin lá sjúk og fylti ár. Dagurin er 21. mai, sigur Karin Nyman í nýggjari sjónvarpssamrøðu.

Umframt nógvar bøkur á nógvum málum, eru eisini gjørdir filmar og sangleikir um Pippi, ið er so sterk, at hon kann bera ein hest, um hon leggur í.

Fyrsta bókin um Pippi kom á svenskum í 1945 og í Námi er trý floksett, Kennir tú Pippi Langsokk, Pippi í Suðurhøvum og Pippi Langsokkur, sum skúlar kunnu lána. Umframt floksettini eru eisini fleiri stakar bøkur um Pippi og um Astrid Lindgren, ið skrivaði so nógvar góðar barnasøgur.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020