• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Próvtøkur fólkaskúlans 2010

02.03.2010
Mentamálaráðið hevur sent øllum skúlum við framhaldsdeild skriv um skrivligu próvtøkur fólkaskúlans 2010. Fyrstu skrivligu royndirnar verða mánadagin 17. mai. Munnligu próvtøkurnar byrja mánadagin 7. juni.

Skrivligu próvtøkur fólkaskúlans í mai 2010

Tær skrivligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum í regluliga royndarskeiðnum verða hildnar eftir hesi ætlan:

Mánadagin 17. mai

Kl.08.30 - 12.30            Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Rokning/støddfrøði, greiðslurokning

Kl.13.30 - 17.30            Skrivlig próvtøka í 10. flokki                            Rokning/støddfrøði

Týsdagin 18. mai

Kl. 08.30 - 12.30           Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Føroyskt, framseting

Kl.13.30 - 17.30            Skrivlig próvtøka í 10. flokki                            Føroyskt, framseting

Mikudagin 19. mai

Kl. 08.30 - 12.30           Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Danskt, framseting

Kl. 13.30 - 17.30           Skrivlig próvtøka í 10. flokki                            Danskt, framseting

Hósdagin 20. mai

Kl. 08.30 - 10.00           Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Føroyskt, rættskriving

Kl. 11.00 - 12.00           Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Rokning/støddfrøði, fimisrokning

Kl. 13.30 - 17.30           Skrivlig próvtøka í 10. flokki                            Enskt

Fríggjadagin 21.mai

Kl. 08.30 - 12.30           Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Enskt

Týsdagin 25.mai

Kl. 08.30 - 09.30           Skrivlig próvtøka í 9. flokki                              Danskt, rættskriving

Munnligu próvtøkurnar verða hildnar í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 7. juni til hósdagin 24. juni 2010, báðir dagar íroknaðir.

Fyri próvtøkuflokkarnar er vanlig skúlagongd til og við fríggjadagin 4. juni 2010.

 

Lagt út: Rói Joensen

Mynd: jackhynes - flickr.com

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019