• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Rúmdin

06.12.2013
Besta bókagáva á jólum!

Í bókini, Rúmdin, sum fekk M.A. Jaobsen virðisløn í ár, sigur Pól Jespersen livandi frá stjørnufrøðifyribrigdum og frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.

Við tryggum penni, og fotomyndum og tekningum í hópatali, leiðir høvundurin okkum eftir nógvum rókum í stjørnufrøðini seinastu 25 øldirnar. Rúmdin, sum telur 342 blaðsíður, er bók, sum fevnir breitt og er í fleiri løgum. Lesarin kann gleða seg at verða førdur inn í ein spennandi heim við einum framúr frásøgumanni sum ferðaleiðara.

Bókin fæst í Námi fyri 300 krónur, sum er serligt jólatilboð. Vanligur søluprísur er 398 krónur.

– Betri jólagávu kanst tú ikki keypa tær sjálvum ella onkrum, sum tú unnar eina gávu útum tað vanliga, sigur Halgir Winther Poulsen í ummæli í Bókajólum, tá Rúmdin kom út.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020