• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Samvirkin rokning

26.08.2014
Teldutøkar uppgávur og tilfar til samvirknar talvur til Rokning 1a er lagt út á Snar.

Tit koma til samvirkna tilfarið á snarsíðuni til Rokning 1.

Teldutøkar uppgávur

Til hvønn kapittul í grundbókunum eru tríggjar teldutøkar uppgávur, sum allar eru býttar sundur í trý stig. So statt ber til at finna teldutøkar uppgávur, sum hóska til flestallar næmingar. Vit mæla til, at næmingarnir byrja á fyrsta stigi og arbeiða seg uppeftir. Hvørja ferð, eitt stig er gjøgnumført, kemur ein tekstur, sum tekur samanum, hvussu arbeiðið hevur gingist. Hesin samandrátturin kann vera ein góð leiðbeining til næmingin, hvussu hann skal arbeiða víðari við teldutøku uppgávunum: Skal eg halda fram á sama stigi, skal eg eitt stig upp ella kanska eitt stig niður?

Tær teldutøku uppgávurnar til Rokning 1 eru gjørdar soleiðis, at nýggj tøl og nýggjar myndir koma fram, hvørja ferð tú letur eina uppgávu upp. Á henda hátt fáa næmingarnir ta neyðugu venjingina í at loysa nógvar uppgávur uttan at hava eina kenslu av at gera tað sama upp í saman. Hevur ein næmingur ilt við at skilja uppgávuna, er ein hjálparknøttur undir valmyndaknøttinum til hvørja uppgávu. Við at trýsta á hjálparknøttin fæst ein tekstur fram, sum greiðir frá, hvussu uppgávan er sett saman.

Samvirknar talvur

Rokning - Samvirknar talvur er eitt hent amboð hjá læraranum at vísa myndir og tekningar í støddfrøðiundirvísingini. Forritið er gjørt til samvirknar talvur, men tað kann eisini verða nýtt saman við uppvørpu (frá teldu) og lørifti. Í Rokning - Samvirknum talvum eru allar síðurnar í Grundbók 1a og 1b. Harumframt eru ymisk amboð, sum kunnu verða nýtt at gera støddfrøðina, sum næmingarnir skulu læra, ítøkiliga. Hesi amboðini kunnu í flestum førum verða nýtt tvørtur um kapittul og stig.

Við Rokning - Samvirknum talvum fæst góð hjálp til at gjøgnumganga nýtt lærutilfar, støddfrøðiligar frágreiðingar, at gera fakliga tilfarið sjónligt og til at greiða næmingunum frá, hvussu teir skulu arbeiða við uppgávum ella spølum í Grundbókini. Í hesum høpi eru Rokning - Samvirknar talvur eitt frálíkt amboð at stimbra samrøðuna í støddfrøðiundirvísingini. Næmingarnir hyggja upp og fylgja í felag við í tí, sum fer fram á talvuni. Rokning - Samvirknar talvur kunnu eisini væl verða brúktar, tá ið næmingar skulu leggja fram, hvussu teir hava arbeitt við uppgávum og øðrum virksemi, og tá ið teir skulu greiða frá, hvussu teir hava hugsað. Á henda hátt gerast teir virknari bæði í samrøðum og í lærutilgongdini.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019