• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Savnsfagnaður: Bussur koyrir millum søvnini

09.10.2009
Evnið í ársins Savnsfagnaði er orka. Fyrireikararnir heita tí á tey vitjandi um at lata bilin standa fyri at spara orku. Í hesum sambandi er bussur settur at koyra millum tey fýra søvnini allar fimm dagarnar almenni Savnsfagnaðurin er.

Tað besta fyri at spara umhvørvið er sjálvandi at ganga ella kanska súkkla til og millum framsýningarnar. Men ber tað ikki til, so hava fyrireikararnir verið so umhugsnir, at teir við stórari vælvild frá Tórshavnar Kommunu hava skipað so fyri, at ein bussur koyrir millum søvnini millum kl. 11 og 16 teir dagarnar almenni Savnsfagnaðurin er, frá mánadegnum 12. oktober til og við fríggjadagin 16. oktober.
Savnsbussurin steðgar eisini við vanligu bussstoppistøðini, sum eru á rutuni, so fólk, sum ikki vitja søvnini, eisini kunnu brúka savnsbussin.

Sambært torshavn.fo koyrir bussurin eftir hesari ferðaætlan:
                              Millum kl. 11.00 og kl. 16.00
Fornminnissavnið      00
Listasavnið               10
Náttúrugripasavnið    20
Sjósavnið                 30
Náttúrugripasavnið    40
Listasavnið               50
Fornminnissavnið      00

Koyrt verður frá Fornminnissavninum eftir Vegnum Langa, oman eftir Sundsvegnum, niðan framvið Norðurlandahúsið, oman gjøgnum Gundadal, har steðgað verður við Listasavnið.
Haðani koyrir bussurin oman eftir R. C. Effersøesgøtu, gjøgnum Steinatún, niðan til ferðsluljósini , og víðari oman til Landsbókasavnið. Har steðgar bussurin at seta tey av, sum ætla at vitja Náttúrugripasavnið, og tey sum koma haðani.
Víðari koyrir bussurin út framvið Landssjúkrahúsinum út á Argir, har steðgað verður við Sjósavnið.
Síðan verður koyrt aftur sama vegin heilt niðan til Fornminnissavnið.    

Mynd: torshavn.fo

Skrivað hevur: Rói Joensen

|
Atknýtt tíðindi
Savnsfagnaður: Náttúrugripasavnið er altíð spennandiSavnsfagnaður: Fornminnissavnið vísir orku fyrr og núSavnsfagnaður: Sjósavnið vísir lívið í sjónum
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020