• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Savnsfagnaður: Fornminnissavnið vísir orku fyrr og nú

07.10.2009
Í Savnsfagnaðinum í heystfrítíðini og vikuna eftir fer Føroya Fornminnissavn at vísa, hvørjar orkukeldur hava verið brúktar gjøgnum tíðirnar. Børnini sleppa m.a. eisini at royna seg sum fornfrøðingar við at grava eftir fornlutum í eini sandrúgvu.

Heimasíðan hjá Føroya Fornminnissavnið

Myndir meðan framsýningin varð gjørd klár til Savnsfagnaðin

 

Fornminnissavnið er í ár fyri fyrstu ferð veruliga við í Savnsfagnaðinum. Í fjør var savnið opið í sambandið við Heystfagnaðin, men eingin serlig framsýning var sett upp.

Tá ið undirritaði vitjaði í Brekkutúni 6 beint við síðuna av Føroya Keypssamtøku í Hoyvík  fyrr í vikuni, vóru starvsfólkini farin undir at seta ársins framsýning upp, og tey trý Regin Debess, Erland Viberg Joensen og Súsanna Joensen vístu fegin tað, sum tey høvdu sett upp til Savnsfagnaðin.

Fyrst vístu tey mær á staðið, har børn sleppa at royna seg sum fornfrøðingar í einum útgrevstri. Ein básur er við sandi, har børnini sleppa at grava eftir fornlutum sum perlum og djórabeinum. Við síðuna av verður møguligt at sálda moldina, finna lutirnar og síðani eyðmerkja teir. Hetta verður uttan iva nakað, ið børnunum fara at dáma.

Grúgva, vaskibrettir og loddvekt
Ymsastaðni í forvitnisliga savninum eru smáar framsýningar settar upp, sum vísa, hvussu hiti, flutningur og ljós hava broytt seg frá gomlum døgum til dagin í dag. Eisini eru smáar skriftligar uppgávur gjørdar til hvørja av hesum smáu framsýningum.

Í einum bási síggja vit ymisk húsarhaldstól. Gomul og nýggjari pískiamboð, vaksibretti og hálvautomatiskar vaskimaskinur. Víst verður eisini, hvussu bakað hevur verið gjøgnum tíðina, í grúgvuni, við primusovnum, gassovnum og at enda dagsins elektrisku ovnum.

Einastaðni eru vektir frá ymiskum tíðarskeiðum settar upp. Har kunnu børn viga við loddvekt, læknavekt, fiskivekt og øðrum. Eisini verður ein lítil handil settur upp, har møguleiki verður fyri at viga vørur á eini handilsvekt, og sjálvandi er eisini ein nútíðar talgild vekt at viga vørurnar á.

Rossavognur og Ford Anglia
Tá ið vit koma yvir í syðra partin av hølunum, standa nakrar hitakeldur, sum hava hita føroysk heim gjøgnum tíðirnar. Har eru torv-, kol-, petroleum -og elovnar. Eisini er ein hitapumpa at vísa ta nýggjastu tøknina at hita hús við.

Tá ið vit fara niður stóru trappurnar í syðra endanum, har róðrarbátarnir standa, er ymiskt annað forvitnisligt at vísa børnum og øðrum vitjandi. Ein talja er hongd upp í einum trífóti at lyfta eitt tungt lodd upp við, og tað er sjálvandi spennandi hjá børnum at síggja, at tey megna at lyfta eitt so tungt lodd við egnari megi.

Ein rossavognur verður settur undir liðina á einum gomlum Ford Anglia. Ein hjólbøra úr træi og ein leypur vísa ymisk flutningstól fyrr. Og fyri rættiliga at lata børn og vaksin sleppa at royna seg og brúka orku, eru tríggjar rógvimaskinur settar upp beint við gomlu róðrarbátarnar.

Ókeypis atgongd
Tey á Fornminnissavninum gleða seg til Savnsfagnaðin.  Savnið er í sambandi  við Savnsfagnaðin í heystfrítíðini opið millum kl. 11 og 16 frá mánadegnum 12. oktober til fríggjadagin 16. oktober.  Tað er ókeypis at koma inn hesar dagarnar.
Vikuna eftir heystfrítíðina  hava skúlar gjørt avtalu um at vitja framsýningina.


Skrivað hevur: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020