• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Savnsfagnaður: Listarligar avbjóðingar

12.10.2009
Børn eru kreativ og opin, men tey fylla sjálvdan nógv á almennum listaframsýningum. Hendan mánaðin verður støðan tó væntandi øðrvísi, í øllum førum á Listasavni Føroya, sum hevur fyrireikað seg til ta heilt stóru barnainnrásini í heystfrítíðini og í vikuni eftir heystfrítíðina

Í heystferiuni verður savnið opið hvønn dag millum 11 og 16 við spennandi myndaveiðu til børn og ung í øllum aldursbólkum. Myndaveiðan er leitan og uppgávur til ymisk listaverk á savninum. Til  savnsfagnaðin fyri skúlaflokkum eftir heystfrítíðina skipar Listasavn Føroya fyri spennandi listaavbjóðingum, har børn bæði fáa frálæru og sjálvi sleppa at royna seg sum listafólk. Harumframt samskipar Listasavnið eisini føroysku luttøkuna í altjóða teknikapping fyri børn, har 10 føroysk børn sleppa at luttaka í stórari framsýning í India.

Myndaveiða í heystferiuni
Oggi Lamhauge, savnslærari, greiðir frá at tiltakið í heystferiuni, er skræddaraseymað til familjur við børnum í ymiskum aldri.
- Vit hava gjørt eitt lítið hefti við 12 ymiskum myndum, og hvør mynd hevur spurningar, sum eru tillagaðir fimm ymiskar aldursbólkar.
Tey yngstu børnini fáa til uppgávu at finna myndina á savninum. Børn, sum eru byrjað í skúlanum fáa heilt einfaldar spurningar um myndirnar, t.d. hvussu nógvar dúgvur eru á mynd hjá Díðriki á Skarvanesi. Børn, sum duga at lesa og skriva, verða spurd eitt sindur minni einfaldar spurningar, sum til dømis hvørjum tilfari ein standmynd hjá Janusi Kamban er úr. Tey royndu børnini skulu taka støðu til samanspæl millum tilfar og innihald, meðan tey elstu børnini fáa meira avbjóðandi perspektiverandi spurningar.
Øll fáa sama lítla faldara, sum er lættur at ganga runt við á savninum, og spurningarnir til ymisku aldursbólkarnir eru frámerktir við ymiskum litum.
- Í heystferiuni koma foreldur við børnum, og tey ganga sjálvi runt í savninum, men vit eru eisini her, og bæði børn og vaksin eru vælkomin at spyrja okkum, um tað er okkurt, sum tey ikki skilja, ella okkurt  sum tey kundu hugsa sær at vita meiri um.

Teknikapping
Umframt myndaveiðuna verður eisini ein teknikapping í ymiskum aldursbólkum. Eitt horn í forhøllini er innrættað til teknikappingina, sum  er býtt í fimm aldursbólkar. Vinnarnir í hvørjum bólki fáa millum annað bøkur frá savninum. Umframt lokalu kappingina, hava børnini eisini møguleika at luttaka í innleiðandi umfari til altjóða kapping, har 10 børn sleppa við. Meir um hetta í hesi grein.

Listaavbjóðingar eftir heystferiuna
Vikuna eftir heystferiuna hava skúlarnir heystfagnað, og tá skipar Føroya Listasavn fyri eitt slag av listaskúla. Evnið á savnsfagnaðinum er orka, og savnslærarin, Oggi Lamhauge, hevur valt tríggjar myndir, sum knýta seg at trimum sløgum av orku, alduorku, motororku og sólorku.
- Vit byrjaðu at fyrireika okkum til savnsfagnaðin longu áðrenn summarferiuna, og vit halda, at vit hava sett eina góða skrá saman, sigur Oggi Lamhauge.
Listaverkini, sum eru vald til listaskúlan, eru Aldur hjá Janusi Kamban, Bretskur trolari hjá Jack Kampmann og Hagamynd hjá Arnoldi Vegghamar. Aðrastaðni á Snar hevur Listasavnið lagt innleiðandi kunning og uppgávur til tey trý listaverkini, sum lærarar og næmingar skulu hyggja eftir, áðrenn tey koma á savnið.
Og tá flokkarnir hava vitjað, sæð listaverkini og hoyrt smáar fyrilestrar um teir tríggjar listamenninar, kunnu tey aftur fara inn á Snar, har Listasavnið eisini hevur lagt tríggjar kreativar uppgávur til tey trý listaverkini hjá Arnoldi Vegghamar, Jack Kampmann og Janusi Kamban.
- Listaskúlin gevur næmingum kunning um føroyska list og um orku í list, men vit ynskja eisini at geva teimum møguleika at royna egnar listarligar gávur. Okkara uppgáva er at vísa føroyska list, men eisini at geva íblástur til kreativt arbeiði, og tað er í tí anda at savnsfagnaðurin er fyrireikaður, sigur Oggi Lamhauge.

Skrivað hevur: Dorit Hansen

|
Atknýtt tíðindi
Føroyskar barnatekningar til IndiaSavnsfagnaður: Bussur koyrir millum søvniniSavnsfagnaður: Náttúrugripasavnið er altíð spennandiSavnsfagnaður: Fornminnissavnið vísir orku fyrr og núSavnsfagnaður: Sjósavnið vísir lívið í sjónumFyrilestrarrøð á søvnunumVitjið Listasavnið í Savnsfagnaðinum 2009Savnsfagnaður 2009
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020