• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Savnsfagnaður: Náttúrugripasavnið er altíð spennandi

08.10.2009
Føroya Náttúrugripasavn er ímyndin av Heystfagnaðinum, sum nú er vorðin til Savnsfagnað. Á Náttúrugripasavninum hava tey sum vanligt nógv at vísa teimum vitjandi, og til ársins evni, orku, eru fleiri nýggir spennandi aktivitetir settir upp. Tú sleppur m.a. sjálvur at framleiða streym.

Heimasíðan hjá Náttúrugripasavninum

Myndir frá Náttúrugripasavninum

Heimasíðan hjá Savnsfagnaðinum

Í 2002 var Heystfagnaðurin fyri fyrstu ferð hildin á Náttúrugripasavninum, og longu fyrsta árið var tiltakið væl móttikið, og síðan hevur Heystfagnaðurin verið hildin á hvørjum ári. Tað eina árið vóru 2400 vitjandi.

Men seinnu árini hava áleið 1400 fólk vitja hvønn Savnsfagnað.
Evnini hesi árini hava verið skiftandi frá fuglum til fiskar og eisini heilt niðri í undirgrundini.

Tá ið undirritaði vitjar á Náttúrugripasavninum, nú bert fáar dagar undan Savnsfagnaðinum, er skjótt at leggja merki til, at hetta er nakað, tey eru von við.
So at siga einki er liðugt sett upp, og savnslærarin, Palli Askham, gevur sær eisini góðar stundir at greiða frá, ársins framsýning , og hvussu savnsfagnaðurin hevur ment seg ár undan ári.

Traðka streym
Í ár er evnið orka, og í tí sambandi er nógv nýtt á framsýningini.
Ein framsýningarstøð er lænt frá SEV, sum vísir, hvussu nógva orku tey ymisku tólini í húsarhaldinum brúka. Á hesum tóli kunnu børnini tendra og sløkkja ymisk tøl og perur í húskinum hjá Jógvani og teimum, meðan tey samstundis síggja, um orkunýtslan broytist. Eisini er dømi um orkunýtsluna í einum vanligum barnakamari, góð El-ráð og víst verður eisini, hvussu nógva orku øll tólini, sum standa á Standby, brúka.

Undir liðini á SEV-framsýningarstøðini, stendur ein kondisúkkla. Har kunnu børnini traðka av lívsins kreftum í pedalarnar og samstundis síggja, hvussu nógva orku tey framleiða.

Eisini er ein talva, sum næmingar á tekniska skúla hava gjørt. Talvan vísir, hvussu  streymur er lagdur inn í eini hús.

Tann stóra kenda hvítabjørnin hjá savninum fer at standa undir liðini á elmátingartólunum. Hvítabjørnin er dømi um eitt sera væl bjálva dýr, og tað hevur m.a. við sær, at hvítabjørnin ikki kann renna so langt, tí at hon verður alt ov heit.

Hesin rimmar kroppur krevur eisini nógva orku at yvirliva, og á einum uppslagið kunnu børnini  lesa alt um, hvat hvítabjørnin etur, og hvussu hon yvirlivir í kalda umhvørvi sínum.

Finn fuglar, plantur og fiskar
Øll børnini verða eisini skrásett eftir aldri, tá ið tey koma inn, so at Náttúrugripasavnið veit hvørjir aldursbólkar vitja. Hetta sigur Palli Askham verður brúkt, so at tey betri kunnu fyrireika seg til framsýningarnar, árini, sum koma.
Palli Aksham greiðir frá, at tey hava valt at byggja framsýningina út spakuliga, so at tað nýggja á hvørjum árið legst afturat framsýningunum árini fyri.

Tað vil við øðrum orðum siga, at væl dámdu aktivitetirnir, at finna lamineraðar fuglar, fiskar og plantur, eru við aftur í ár. Hesir lamineraðu lutirnir eru settir runt bæði inni og uttanfyri savnið. Ætlanin er so, at børnini fáa ørk at fylla út, so hvørt tey finna tað rætta. Fyri hvørja uppgávu tey loysa, fáa tey stempul á armin.

Palli Askham sigur, at hetta við at fáa stempul á armin hevur verið sera væl eydnað, og børnini gera sítt ítasta fyri at fáa so nógv stempul sum gjørligt. Eisini fáa øll børnini eitt heiðursbræv heim við .

Til vinstru fyri inngongdina er ein lesi- og teknikrókur til børnini at stytta sær stundir, um tey hava hug til tess. Tekningarnar kunnu latast savninum, sum heingir tær upp á eina uppslagstalvu.

Tak plantur, steinar o.a. við
Til tey vaksnu er tann vælumtókti kaffimunnurin sjálvandi aftur á skránni. Palli Askham sigur,at tey fyrstu árini var eisini okkurt søtt til børnini, men hesum eru tey farin frá, og bjóðar savnið í staðin frukt.

Beint við kaffikrókin fara serfrøðingar at sita og svara spurningum frá børnum og vaksnum. Millum klokkan 14 og 15 eru jarðfrøðingar á staðnum at svara spurningum, og millum kl. 15 og 16 sita lívfrøðingarnir klárir at svara. Ætlanin er so, at tey vitjandi kunnu taka plantur, steinar, djór og annað við, og seta serfrøðingunum spurningar um hesi.

Ókeypis atgongd
Palli Askham og hini á Náttúrugripasavninum er spent at taka móti teimum vitjandi áttanda árið á rað. 

Savnið er í sambandi  við Savnsfagnaðin í heystfrítíðini opið millum kl. 11 og 16 frá mánadegnum 12. oktober til fríggjadagin 16. oktober.  Tað er ókeypis at koma inn hesar dagarnar.
Vikuna eftir heystfrítíðina  hava skúlar gjørt avtalu um at vitja framsýningina.

Skrivað hevur: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020