• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Savnsfagnaður: Oyggjaland

10.10.2014

Tíðindaskriv 9.oktober 2014

Ferðing til oyggjar. Lívið á oyggjum. Seyðahald. Savnsfagnaðurin í heystfrítíðini á Tjóðsavni, Listasavninum, Sjósavninum og SMS er fjøllbroyttur og bjóðar nakað til øll børn og barnsligar sálir.

Heystfrítíðin er í durðum, og tað merkir, at vit gleða okkum til eina viku við savnsfagnaði. Stóra evnið í ár er OYGGJALAND. Hvussu liva vit í oyggjalandinum, hvussu ferðast vit higar, hvussu finnur fuglur so fjarskotnar oyggjar, list á oyggjum, lív í sjónum, seyður og fletting. Øll tey stóru søvnini í Havnini bjóða til savnsfagnað um oyggjalond. Vitji Tjóðsavn í Hoyvík, Listasavnið og Sjósavnið mánadag 13.oktober til fríggjadag 17.oktober frá kl 11 til 16.

Sum nakað heilt nýtt bjóðar SMS til heystfagnað við hópin av tiltøkum á torginum fyri ung og gomul.

Listasavnið í Gundadali Á Listasavninum kanst tú í heystfrítíðini skapa tína egnu brotamynd úr gróti saman við listamanninum Eli Smith. Hvønn fyrrapart og seinnapart verður eitt serligt tiltak, har tú kanst royna teg sum listafólk. Harumframt eru uppgávur og upplivingar av standmyndum í Viðarlundini.

Sjósavnið á Argjum Tvíprikkutu stubbarnir hava gjørt innrás í uppsnollaðu akvariuni, sum eru pyntaði við skeljum og gággum. Hesar eru nýliga dreggjaðar upp frá havsins botni. Ørandi vatnrakettir verða skotnar og alskyns stuttligar uppgávur eru til børnini.

Hesa vikuna kanst tú vitja Sjósavnið fyri hálvt atgongugjald.

Tjóðsavn í Brekkutúni í Hoyvík Savnsfagnaðurin í ár er á Tjóðsavni í Brekkutúni, har tú kanst spæla oyggja putlispæl, oyggjaleikir og undrast um ferðafuglar og tjóðfuglar. Hvussu hava vit ferðast til Føroyar gjøgnum tíðirnar? Skriva við fjøðurpenni, síggj ótespilig kykt í sjóneyku og fá meir at vita um tann flotta steinin hjá tær.

Í ár er eingin savnsfagnaður á útisavninum í Hoyvík.

Heystfagnaður á torginum í SMS Fyri fyrstu ferð skipar SMS fyri heystfagnaði um seyðahald á torginum í SMS. Ein seyðarætt er bygd á torginum, og hvønn seinnapart verður ein seyður flettur. Her verða spurnarkapping og teknikapping og hugnaligur upplestur av søgum fyri børnini.

Tú kanst lesa alt um Savnsfagnaðin á Snar hjá Nám: www.snar.fo/savnsfagnadur

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020