• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Skrivikapping 2015

09.01.2015
Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám skipa aftur í ár fyri skrivikapping millum næmingar í 9. flokki.

Tíðindaskriv

Endamálið við kappingini er at eggja ung at vera skapandi við orðum.

Felagsevnið hesa ferð verður 9.41. Allir tekstir kunnu vera við: Tað kann t.d. vera yrking, sangtekstur, stuttsøga, hugleiðing ella sjónleikur. Tað kann vera veruleiki eins væl og okkurt úr egnum hugflogi ...
Einasta mark er, at teksturin í mesta lagi er 7200 tekn, t.e. uml. 3 A4 síður.

9. flokkarnir í øllum landinum hava fingið kunningartilfar um kappingina, og teir verða m.a. bodnir til ein spennandi kveikingardag í Norðurlandahúsinum mánadagin 26. januar 2015, har rithøvundarnir Petur Pólsson, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Oddfríður M. Rasmussen og Rakel Helmsdal fara at hava verkstovur. Allir næmingar fara at uppliva øll fýra!
Tekningarfreistin til kveikingardagin er 16. januar.

Eftir kveikingardagin kunnu næmingarnir fáa íblástur frá floksfeløgum og lærarum og síðan arbeiða hvør sær við sínum teksti.

Tekstirnir skulu sendast við telduposti til skrivikapping2015@(if you can see this please update your browser)skulin.fo í seinasta lagi 2. mars 2015.

Ein dómsnevnd finnur fimm vinnaratekstir umframt tekstir til ein bókling, sum Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út í felag. Avdúking av vinnarum og “bókaútgáva” verður á Býarbókasavninum í Havn á altjóða bókadegnum 23. apríl. Nærri fæst at vita seinni.
Í dómsnevndini verða umboð úr Mentamálaráðnum, Móðurmálslærarafelagnum, Rithøvundafelagnum og Bókadeild Føroya Lærarafelags umframt Námi.

1., 2. og 3. vinningur er skriviskeið eina viku á Biskops Arnö í Svøríki summarið 2015 við 1250 kr. í lummapengum.
4. og 5. vinningur er eitt árshald í Bókaklubbanum UNG.

Kunningartilfar varð sent skúlunum beint fyri jól.

Meira fæst at vita á www.snar.fo/skrivikapping2015 ella við at venda sær til Rakel Helsmdal, rakel@(if you can see this please update your browser)helmsdal.fo ella Solveig Debess, solveig@(if you can see this please update your browser)nam.fo

Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020