• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Sólarmyrking og serframsýning á Tjóðsavninum

13.03.2015
Í sambandi við sólarmyrkingina verður ein framsýning á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6 í Hoyvík. Søvn Landsins, Jarðfeingi og Nám skipa fyri.

Føroyar verða heimsins nalvi, tá ið tað verður full sólarmyrking fríggjadagin tann 20. mars 2015. Sólarmyrkingin sæst bert í Føroyum og á Svalbard, so áhugin uttanlands er stórur, og ferðafólk í stórum tali koma til landið.

Sólarmyrkingin byrjar so smátt um hálvgum 9 tíðina, tá mánin byrjar at fara fyri sólina, og varar samanlagt í einar tveir tímar. Fullkomna myrkingin varar tó bert millum 1 – 2,5 minuttir , - stytst í Suðuroynni og longst í Mykinesi. Sólarmyrkingin byrjar í Sumba kl. 9:40:27, í Mykinesi kl. 9:40:14, á Eiði kl. 9:41:00 og í Svínoy kl. 9:41.41

Framsýningin á Tjóðsavninum lýsir sólarmyrkingina 20. mars 2015 – hvat er tað sum hendir? Hví henda sólarmyrkingar? Framsýningin lýsir eisini søguligar sólarmyrkingar í Føroyum við denti á fullu sólarmyrkingina 30. juni 1954.

Upplatingartíðir
Fríggjadag 13. - hósdag 19. mars kl. 14 - 18
Fríggjadag 20. mars (sólarmyrking) kl. 08 - 18
Leygardag 21. - fríggjadag 27. mars kl. 14 - 18

Atgongumerki

Vaksin30 kr
Børn undir 16 árókeypis
Skúlanæmingar ókeypis
Pensiónistar, lesandi20 kr
Í bólki (minst 10 persónar)20 kr
Ferðaleiðariókeypis

Sólarmyrkingin á Snar

|
Atknýtt tíðindi
Nám í rúmdini
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020