• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Sprota á Snar

12.03.2015
Leita í 13 orðabókum

Sprotin og Nám hava gjørt avtalu um, at tað nú ber til at sprota orð á nýggju Móðurmálssíðuni hjá Námi.

At sprota svarar til at googla, tað er at finna orð í skipanini hjá Google. Í okkara føri er talan um at finna orð í orðabókunum hjá Sprotanum, sum nú eru trettan í tali.

Á breddanum ovast í høgra borði á nýggju Móðurmálssíðuni er ein nýggjur teigur, har til ber at skriva júst tað orðið, sum tú ynskir at sprota.

Góða eydnu og góðan Móðurmálsdag!

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019