• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Starvsfólk til kt-toymið í Námi

18.06.2015
Vilt tú vera við til at styrkja og menna kt-økið í Námi?

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki frá 15. september í 2015 at rokna ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt farloyvisstarv til 14. september í 2016 við møguleika fyri at leingja til 15. september í 2017. Starvið er fjølbroytt og áhugavert kt-starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi uppgávum.

Uppgávurnar eru m.a. at:

  • samskifta um og avgreiða kt-viðurskifti
  • verða partur av Snar toyminum
  • saman við próvstovuni at hava ábyrgd av svar.fo og talgildum roynd um í fólkaskúlanum
  • halda skeið fyri lærarum um talgildar royndir
  • ganga á odda fyri og vísa á gongdar  kt-leiðir í skúlaverkinum
  • ritstjórna talgildar útgávur
  • og møguliga sita við ábyrgd fyri servarunum hjá Námi.

 

Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari hevur:

  • útbúgving á økinum – lærari ella viðkomandi kt-útbúgving og royndir í skúlaverkinum
  • royndir á kt-økinum og kunnleika til talgildar royndir
  • góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt
  • góðan kunnleika til kt-skipanir sum heild
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Vit bjóða
Eitt ógvuliga spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi í toymum við blandaðum starvsbólkum og millum stovnar og við nógvum samskifti inneftir og úteftir.

Umsókn 
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, C.V. o.ø. verður send sum teldupostur til: nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo. Umsóknin skal vera Námi í hendi í seinasta lagi hósdagin 2. juli í 2015, kl. 12.00.

Upplýsingar um virksemið í Námi eru at finna á heimasíðu okkara nam.fo og á snar.fo.

Er tørvur á fleiri upplýsingum, kanst tú seta teg í samband við Regin Marnersson, stjóra, á tlf. 555150 ella á reginm@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

------------

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, FirstClass og gevur út undirvísingartilfar. Savnið í Námi vendir sær til skúlaverk ið og dagstovnaøkið og er ein sýnisgluggi, har nýggjasta føroyska og útlendska undirvísingartilfarið verður víst fram til kunningar, íblástur og útlán. Í savninum eru eisini yrkisbókmentir og flokssett við fagurbókmentum á føroyskum, donskum og enskum.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020