• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Stjóri til Nám

09.01.2015
Hevur tú hugsjónir um skúlamenning og nýhugsan og ynskir at slóða fyri fakligari og námsfrøðiligari menning innan skúlaverkið, er hetta eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum.

Starvið

Uppgávan hjá stjóranum er at skipa  fyri, at stovnurin útvegar undirvísingarverkinum fjølbroyttar, tíðarhóskandi undirvísingarmiðlar í sambandi við læring og menning. Harumframt røkir stovnurin ein undirvísingarportal, KT-samskiftisskipan, miðlasavn, skeiðsvirksemi og veitir skúlum og stovnum ráðgeving. 

Stovnurin skal røkta og menna samskiftiskervið í undirvísingarverkinum, hava námsfrøðiligan verkstað og kunna um undirvísingarmiðlar.

Stjórin í Námi fær eftir ætlan eisini ábyrgd av  Próvstovuni hjá Mentamálaráðnum, sum er serstøk eind, ið skipar fyri próvtøkum og eftirmetingum innan undirvísingarverkið. 

Søkt verður eftir stjóra, sum

  • skal hava fyrisitingarligu, námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina á stovninum
  • skal standa á odda fyri at menna stovnin, útgávuvirksemið, tøkniligu menningina og námsfrøðiligu tænastuveitingina, er framtakshugaður og dugir at síggja møguleikar og finna loysnir
  • skal skapa virðing fyri stovninum, fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk og tryggja, at starvsfólkini hava møguleika fyri førleikamenning  
  • skal ráðgeva Mentamálaráðnum í viðurskiftum, sum stovnurin umsitur

Stjórin skal tryggja, at játtanin til stovnin verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum støði.


Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava útbúgving og arbeiðsroyndir, sum eru viðkomandi fyri starvið. 
Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur 

  • leiðsluroyndir frá almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum
  • góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
  • vilja og evni at royna nýggjar leiðir
  • góðan málførleika

Vit bjóða

Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við nógvum samskifti við skúlar, stovnar og skúla- og stovnsleiðslur. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Setanar- og lønartreytir

Starvið er sáttmálasett og  lønt í 37. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins uttan tó at vera tænastumannastarv. 

Lønin er kr. 46.808,08 umframt 15% í eftirlønargjaldi.

Starvið verður lýst til setanar frá 1. mars 2015.

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til:

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110 Tórshavn

ella mmr@(if you can see this please update your browser)mmr.fo   

Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. januar 2015, kl. 16.00. Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Olaus Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 30 65 45 ella á 55 50 45.

------------

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn og útlán, samskiftisskipanina First Class og skeið. Játtanin á fíggjárlógini í 2015 er 12 mió. kr., umframt at stovnurin hevur sølu og tænstuveiting fyri góðar 8 mió. kr. Í Námi eru 21 starvsfólk. Sí www.nam.fo 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019