• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Støddfrøði og Skygni

09.08.2011
Við útgávuni Skygni 7 er røðin fullfíggjað.

Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava týtt og tillagað donsku bókaskipanina Sigma, sum hevur fingið føroyska heitið Skygni.

Í mong ár er ein nýggj roknibók við lærarabók, svarlistum og avritsmappu komin út hvørt ár. Nú er arbeiðið fullfíggjað.

Seinasta bókin í røðini er Skygni 7, sum kemur út nú, t.e. til skúlaársbyrjan 2011/2012.

Nám hevur sett ein bólk av støddfrøðingum og lærarum at endurskoða og tillaga heitini í Handbókini, sum høvundarnir sýna fram á myndini. Hetta arbeiði skal leggja lunnar undir frøðimálið í komandi støddfrøðibókum, sum eru partar av okkara stremban at skapa eitt fakmál á øllum økjum.

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019