• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Støddfrøðihjálp á føroyskum

16.04.2012
Íslendski Stærðfræðivefurinn rasmus.is nú eisini á føroyskum

Pól Jespersen, ritstjóri, hevur týtt íslendsku rokniheimasíðuna, sum á føroyskum eitur Støddfrøðihjálpin.

Føroyska týðingin er á heimasíðuni rasmus.is, og eisini er beinleiðis atgongd frá snar.fo/rasmus

Støddfrøðihjálpin viðger flestu evni í støddfrøðiundirvísingini í fólkaskúlanum. Hvørt evni er skipað í eina kunning og eina roynd. Í royndini velur næmingurin ein av fýra svarmøguleikum, og tá ið næmingurin er liðugur við allar spurningarnar, fær hann at vita, um rætt er svarað.

Samstarvið millum Rasmus Ehf og fyrrverandi Skúlabókagrunnin kom í lag, eftir at umboð fyri partarnar møttust á KT-undirvísingarráðstevnuni BETT-Show í London fyri nøkrum árum síðan.

Fyri tveimum árum síðan varð umsókn send til Nordplus um at stuðla verkætlanini at týða rasmus.is til føroyskt. Umsóknin varð gingin á møti, og avtala varð gjørd millum Føroya Skúlabókagrunn og Rasmus Efh um at týða íslendska Stærðfræðivefin til føroyskt.

Nú er so greitt hjá føroyskum næmingum og lærarum at brúka Støddfrøðihjálpina. Hava tit okkurt at viðmerkja, eru tit vælkomin at senda teldupost til snar@snar.fo ella ringja til Nám á telefon 75 51 50.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019