• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Stuttlig, spennandi og mennandi tónleikaverkætlan

08.09.2015
Børn, foreldur, barnagarðar, skúlar og aðrir stovnar kunnu gleða seg til, at ein nýskapandi útgáva við bók og fløgu kemur á marknaðin. Talan er um eina tónleikaverkætlan við nýggjum sangum, sangspølum og søgum á fløgu saman við einum bóklingi, sum tekur støðið í sangspølunum. Útgávan hevur eitt námsfrøðiligt endamál, og er løtt og stuttlig hjá øllum at brúka.

Tíðindaskriv

“Kom við til Spæliland” hevur í høvuðsheitum til endamáls at skapa eitt spennandi og stuttligt tónlistarligt umhvørvi til frama fyri børn og teirra menning. Flest allir sangir hava til endamáls at stimbra børnini ígjøgnum spæl. Sangspølini leggja upp til at stimbra børnini málsliga, kropsliga og sosialt. Somuleiðis leggur verkætlanin upp til at menna persónliga førleikan hjá tí einstaka barninum.

Í fleiri mánaðir ella kanska ár hevur Ingi Hansen av Skála arbeitt við hugskotinum og verkætlanini, sum hann kallar “Kom við til Spæliland”. Hann hevur lagt stóran dent á, at úrslitið skal verða á hægsta støði. Hans Poulsen hevur framleitt og ljóðblandað tónleikin. Jens M. Hansen, Kristina Bærendsen, Lisa Frederiksberg, Terje Vestergaard, Ólavur á Váli Olsen og Victoria á Lakjuni  syngja á fløguni. Talan er tískil um kendar songfuglar. Ungu evnaríku Victoriu á Lakjuni koma vit uttan iva at hoyra meira til í framtíðini.

Maðurin aftanfyri tekningarnar í bókini er kendi fransmaðurin Thierry Capezzone, sum m.a. hevur teknað hópin av teknirøðum; har ímillum teknirøðir av Rasmus Tøppi.

Bóklingurin er serliga ætlaður til børn, foreldur og fólk sum dagliga arbeiða við børnum - td. starvsfólk á dagstovnum, fólkaskúlum v.m. Til hvønn einstakan sang á fløguni er sangtekstur, nótar, akkordir, ein stutt lýsing av hvussu hvørt einstakt sangspæl kann útinnast, og ein stutt lýsing av hvør námsfrøðilig ætlan er við sanginum.

Ein brellbiti á video er nú framleiddur, har til ber at hoyra brot úr sangunum, og síggja nakrar av teimum vøkru tekningunum, sum eru í bókini. Video sæst her: https://youtu.be/dzihoIpFNac

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við fyriskiparan:

Ingi Hansen

T-post: spaeliland@(if you can see this please update your browser)gmail.com

Tel: +298 23 80 56

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019