• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Veðurstøðir tøkar til láns

23.10.2014
Verkætlanin Staðveðrið hevur í summar fingið nýggjar veðurstøðir, ið lærarar kunnu lána fyri einki í sambandi við undirvísing í náttúruvísindum.

Kelda: setur.fo

Staðveðrið er ein verkætlan, ið er sett á stovn av Kurt Madsen og Petur Zachariassen og fíggjað av gávugrunninum hjá Eik. Verkætlanin hevur til endamáls at skapa áhuga millum næmingar fólkaskúlans fyri umhvørvi, náttúruvísindum og tøkni. Til hetta endamál hava veðurstøðir fyrr verið givnar ymsum skúlum, ið hava víst verkætlanini áhuga. Hesaferð er talan um eitt sindur meiri kostnaðarmiklar veðurstøðir, og er ætlanin tí í staðin at lána støðirnar út upp á skift til teirra, ið hava áhuga.

Les meira á setur.fo.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020