• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Ver við í menningini

08.08.2014
sKunning er ein heimasíða, har Nám kunnar um sínar sBøkur og samskiftir við brúkararnar um tær

Málið hjá okkum er at menna sBøkurnar í samstarvi við teg sum brúkara. 

Ætlanin við sKunning.nam.fo er at lata upp tilgongdina at skapa undirvísingartilfar.

Okkara visjón er, at sKunning skal vera ein pallur at menna heimsins besta undirvísingartilfar, tí menningin fer fram í tøttum samstarvi við brúkararnar – fyri, meðan og eftir at tilfarið er útgivið.

sKunning er grundað á okkara grundfatan, at samskifti og samstarv millum forlag, høvundar og brúkarar skapar betri undirvísingartilfar til gagns fyril øll.

Vit fylgja alsamt við, hvussu útgávur í framtíðini spæla saman við nýggjum miðlum – og hvussu tær virka best og geva tíni undirvísing virði.

Tú kanst vera virkin í menningini á fleiri stigum:

  • Tú kanst reika og hyggja, hvat er í gerð hjá okkum
  • Tú kanst skriva viðmerkingar til tær útgávurnar, ið hava tín áhuga
  • Tú kanst mala til nýggjar útgávur, sum tú heldur tørvur er á

Alt samalt í beinleiðis samrøðu við ritstjóran á útgávuni og onnur áhugað. Øll innlegg verða viðgjørd serstakt í Námi, og tú fært svar á sKunning.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020