• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Áheitan frá MMR um at arbeiða við veðurlagsspurningum

Norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir hava tikið stig til at varpa ljós á stóra umhvørvistrupulleikan – broytingin í hitajavnvágini á jørðini - og hava samtykt at skipa fyri einum norðurlendskum veðurlagsdegi, sum verður 11. nov. 2009.

 

Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, hevur eisini skrivað til skúlar og stovnar um at arbeiða við evninum. Brævið er viðfest her sum pdf til kunningar. Í brævinum er áhugaverd kunning, m.a. frágreiðing um altjóða arbeiðið við veðurlagsspurningum.

 

Trupulleikin er heimsumfatandi og kann elva til veðurlagsbroytingar. Granskarar eru komnir til ta niðurstøðu, at heldur menniskjan áfram sum higartil at dálka, so kemur hetta at viðføra ógvusligar broytingar í livivánunum.

 

 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020