• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Føroyingasøga – tillagað børnum

Flest øll kenna søguna um Sigmund og Tór og bardagan í Stóru Dímun. Føroyingasøga er spennandi lestur og inniheldur mangar søgur um garparnar úr Skúgvoy, høvdingar og víkingarferðir. Søgan er tó ikki løtt at lesa hjá børnum og kann vera tung at fortelja hjá vaksnum. Hetta hevur Nám valt at gera nakað við í hesi tillagaðu útgávuni eftir Lydiu Didriksen, lærara og rithøvund, ætlað børnum í 3. – 5. flokki.

Lydia Didriksen hevur umskrivað søguna, soleiðis, at hon ber til at lesa hjá børnum. Rithøvundurin hevur lagt seg eftir at varðveita serliga stílin í upprunasøguni, soleiðis, at næmingar koma at kenna Føroyingsøgu, sum eitt serligt tekstaslag frá gamlari tíð. Hildið verður, at upprunaliga søgan varð skrivað á roð í Íslandi umleið ár 1210 – 1215, og verður hon roknað ímillum tær elstu íslendsku søgurnar. Eingin veit at siga, hvør høvundurin var.

Góðar orðafrágreiðingar eru at finna í høgru margu. Hetta ger tað lættari hjá næmingunum at skilja innihaldið. Fyri at stuðla lesingina er teksturin lesiviðgjørdur. Teksturin er somuleiðis væl egnaður at lesa fyri teimum yngru.

Tillagaða útgávan av Føroyingasøgu til børn er partur av temasíðu á Snar um evnið. Á temasíðuni ber til at finna meira tilfar um tíðarskeiðið og persónar í søguni. Sumt tilfar er longu liðugt og klárt at brúka. Annað tilfar er í gerð og fer at koma.

Endamálið er at gera og savna fjølbroytt tilfar um evnið, sum lærarar og næmingar lættliga kunnu koma til og brúka. Aðalmálið er at savna tilfar í undirvísingargongdir til ymisar málbólkar. Vit eiga øll at kenna Føroyingasøgu og tær mongu spennandi hendingarnar, ið hon sigur frá.

Føroyingasøga – tillagað børnum kann takast niður sum pdf, í einum (tilsamans 139 síður) ella í 6 smærri pørtum.

Føroyingasøga – tillagað børnum, í einum (tilsamans 139 síður)Tak niður...
Føroyingasøga, partur 1-8Tak niður...
Føroyingasøga, partur 9-21Tak niður...
Føroyingasøga, partur 22-28Tak niður...
Føroyingasøga, partur 29-39Tak niður...
Føroyingasøga, partur 40-48Tak niður...
Føroyingasøga, partur 49-59Tak niður...
 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019