• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Føroysku klæðini -Ein livandi tjóðskaparímynd og broyttur samleiki í einum refleksivum sein-moderniteti

Nationalisma og tjóðarbygging eru ógvuliga nógv viðgjørd evni, bæði millum søgufrøðingar, stjórnmálafrøðingar og heimspekingar. Nakra endaliga allýsing er tað tó torført at gera, tí granskarar eru ógvuliga ymiskir á máli, um hvat ein tjóð er, og hvussu ein tjóð verður til. Tað er eisini nógv skrivað í Føroya søgu um tjóðskaparrørsluna síðst í 19. øld og fyrst í 20. øld. Serliga er tað H. J. Debes, ið hevur skrivað um tað politiska stríðið, men eisini málspurningurin, ið var ein sera týðandi partur av tjóðskaparstríðnum - flestu tjóðskpargranskarar síggja málið sum kjarnan í eini tjóð - hevur verið umrøddur...

Eitt eyðkenni, ið ikki hevur fingið nógv pláss í søgufrøðiligum verkum er tjóðbúnin, ‘tey føroysku klæðini’. Eins og onnur fólkasløg hava føroyingar altíð havt klæðir, men í gamlari tíð hevur ikki verið talan um tjóðbúna og tørvurin á einum tílíkum hevur heldur ikki verið til staðar, tí er endamálið við hesi ritgerð at kanna upprunan til føroyska tjóðbúnan og fólksligu/átrúnaðarligu ímyndirnar í honum. Eisini verður kannað hvussu hesar ímyndir broytast í einum refleksivum sein-moderniteti, og hvønn týdning føroysku klæðini hava sum tjóðskaparímynd í dag.

BA-ritgerð frá 2006

Lærugrein: søga

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019