• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Hvat er sunnanfyri Suðurpólin?

Spekifyrilestur við Sólfinni Hansen, PhD-stipendiatur, á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Størsti parturin av íbúgvunum í heiminum hava eina fatan um heimsins og jarðarinnar uppruna, sum tekur støði í teirra mentan og/ella átrúnaði. Náttúruvísindini hava hinvegin leingi roynt at frágreiða heimsins uppruna leyst frá mentanum og átrúnaðum. Í fyrilestrinum er ætlanin at koma inn á hesar munir og at lýsa ymiskar uppfatanir av alduri jarðarinnar og alheimsins ígjøgnum søguna. Nortið skal vera við munir ímillum náttúruvísindini og hugvísindini á hesum øki við støði í tulkingarfrøðini (hermeneutikkini), og mett skal vera um tann týdning, spurningurin um jarðarinnar og alheimsins uppruna hava havt fyri vísindagreinarnar.

 

Aldurstrin: Frá 10. flokki

Lærugrein: Kristnikunnleiki og átrúnaður

Kjarnaøki: Heimsátrúnaðir og lívsáskoðanir

Væl egnað sum fakligt tilfar hja læraranum

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019