• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Tukthúsætlanir í 1700- og 1800-árunum

Elin Súsanna Jacobsen, lektari í søgufrøði á Søgu- og

samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum (07-11-2007)

 

Evnið í hesum fyrilestri er ein stórfingin ætlan um at stovna tukthús í Havn eftir fyrimynd í øðrum pørtum av dansknorska kongaríkinum. Tukthús vóru fongsul, har fangarnir vórðu settir til arbeiði undir strongum eftirliti. Í samtíðini vórðu tey eisini umtalað sum búskaparlig og sosialar nýskipanir, hugsað sum klekingarstøðir fyri nýggjar vinnugreinar og sum siðbøtandi stovnur, har lógbrótarar, t.d. tjóvar og biddarar, skuldu tyktast til at læra at arbeiða, til egið og samfelagsgagn. Tukthúsætlanirnar vórðu fyrstu ferð bornar fram í 1770-

árunum, síðan í 1815 og í 1830-árunum. Sjónarmið og grundgevingar í brævaskifti millum myndugleikar kann geva okkum innlit í tátíðar tankar um endamálið við revsing, um møguleikar at ávirka og broyta menniskjur, um mannarættindahugsan og fátækraforsorg, eins og mett verður um ta tigandi mótstøðu og trekleika, ið gjørdi, at ætlanin ongantíð varð framd í verki.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019