• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Nettilfar

Vegleiðing til synopsupróvtøku føroyskt 10. flokkur

 

Próvtøkuháttur B – synopsupróvtøkuhátturin

Fakligu økini í próvtøkuhátti B (synopsupróvtøkuháttinum) eru tey somu sum í próvtøkuhátti A, men í tilgongdini, t.e. í fyrireikingini til próvtøkuna og í metingarstøðinum, eru eyðsýniligir munir, sum lærari og próvdómari skulu hava í huga.

Størsti munur millum próvtøkuhátt A og B (synopsupróvtøkuháttin) er, at fyrireikingin til synopsupróvtøkuna fer fram sum próvtøkufyrireiking, eftir at skrivligu próvtøkurnar eru loknar. Lærarin er vegleiðari undir tilgongdini, og próvtøkufyrireikingin fer fram í tíðarskeiðinum millum skrivligu próvtøkuna og munnligu próvtøkuna. Næmingar hava eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við fyrireikingunum uttan fyri skúlatíð.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020