• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Uppgávur og læraravegleiðing til bókina Vikarurin

Læraravegleiðing til upprunaføroysku bókina Vikarurin er tøk at taka niður av  heimasíðu hjá BFL.

 

Bókin leggur upp til at arbeitt verður við dulmáli sum eitt nú at morsa, fara skattaveiðir í náttúruni við GPS’ara osfr. Í læraravegleiðingini verður hugleitt um, hvussu undirvísast kann eins og uppskot til ymsar uppgávur eru.

 

Úr bókini

"Tá ið teir eru komnir næstan út á Boðanes aftur, hómar Bergur onkran á gøtuni næstan uppi við tyrlupallin. Tað er onkur, ið dragsar okkurt tungt. Hann hoykir seg niður aftan fyri ein klett fyri at hyggja nærri. Ronaldo leggur seg við síðuna av. Tað gongur ein lítil løta, áðrenn Bergur finnur útav, hvør tað er. Tað er Jesper. og tað, hann ber, er Barbaru."

 

Flokkurin fær ein danskan vikar, sum hevur verið hermaður í Mjørkadali. Men okkurt undarligt er við honum. Hví roynir hann at fjala okkurt, og hví møta tey honum á løgnum støðum? Er hann ein njósnari ella okkurt nógv verri?

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019