• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Á veg í barnagarð

Anna Lisa, Ári og Klæni í ferðsluni

Á veg í barnagarð
Útgávuár: 2003
ISBN: 99918-953-1-0

Bókin er um tey bæði Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er ein rúmdarmaður. Tey trý fara at læra barnið ferðslureglurnar saman. Ætlanin við bókini er, at barnið skal læra at ansa sær í ferðsluni og at birta í kjak millum foreldur og barn um evnið. Á bókini verður eisini staðfest, at tað er ikki nóg mikið at sita við hús og læra um ferðslu við at lesa, barnið má eisini gera sínar egnu royndir úti í ferðsluni. Børn læra jú best av at royna sjálvi. Aftast í bókini eru leiðbeiningar til foreldur.

Á veg í barnagarð er eitt úrslit av virkseminum í Ferðsluringi Barnanna, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd setti á stovn í 1984. Síðani hevur staðið øllum børnum í boði at fáa tilfar um ferðslu og ferðslutrygd.

 

Á veg í barnagarð er liður í einum framhaldandi útgávusamstarvi millum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Skúlabókagrunn.

Katarina Nolsøe hevur týtt úr íslendskum eftir Á leið í leikskóla eftir Jón Ármann Steinsson og Jón Hámund Marinósson.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Jón Ármann Steinsson
Tilfar:
  • » Bók
Ferðsluevni
Ferðsluevni

Talan er her um ringmappu við leysum bløðum, sum læraranum er loyvt eftir egnum tykki at fjølrita til næmingar...

Ein biltúrur
Ein biltúrur

Bókin er um tey bæði, Onnu Lisu og Ára, og vinmann teirra, Klæna, sum er rúmdarmaður. Tey trý fara at læra bar...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020