• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók

Grundbók

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Næmingabók
Útgávuár: 2003
ISBN: 978-99918-0-343-2

Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki.

Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðir tekstir. Ymsar viðkomandi felagsroyndir verða viðgjørdar í grundbókini.

Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað bókarøðina til føroysk viðurskifti úr Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Grundbókin er prýdd við litføgrum og lýsandi myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívinum. Hetta ger tilfarið viðkomandi og áhugavert.

Hetta er onnur bókin í røðini í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Alisfrøði og evnafrøði 2 er ætlað 8. flokki.

Í grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðir tekstir. Høvuðsevnini eru evnafrøði, magnetisma, bústaðarupphiting og rørsla og rúmd. Ymsar viðkomandi felagsroyndir verða viðgjørdar í grundbókini.

Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Harumframt eru uppgávur til næmingarnar at arbeiða við heima ella í skúlanum.

Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi royndunum, ella at ávíst evni er gjølligari viðgjørt. Harumframt eru smáar uppgávur og støðuroyndir til læraran at fjølrita.

Pól Jespersen, studentaskúlalærari, hevur týtt og tillagað bókarøðina til føroysk viðurskifti úr Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Námsfrøðiligur stuðulsbólkur, við Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen, hevur viðgjørt handritið. Grundbókin er prýdd við litføgrum og lýsandi myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr føroyska gerandislívinum. Hetta ger tilfarið viðkomandi og áhugavert. Arbeiðsbókina hevur Janus Dam Guttesen myndprýtt, við góðum og frágreiðandi tekningum til hvørja arbeiðsuppgávu.

Øll amboð til royndir í alis- og evnafrøði og í nátturu og tøkni kunnu keypast frá Bókamiðsøluni, tel.: 31 37 56.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Ejvind Flensted-Jensen
  • » Poul Hanghøj
  • » Henning Henriksen
  • » Poul Thomsen
Tilfar:
  • » Bók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Arbeiðsbók

Í arbeiðsbókini eru 34 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum skulu lætta um innlæringina. Høvuðsevnini eru e...

Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 2 - Lærarabók

Í lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. Hetta kunnu vera hentar ávísingar viðvíkjandi ...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019