• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók

Grundbók

Alisfrøði og evnafrøði 3 - Næmingabók
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-99918-0-343-2

Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á grundbókini er dentur lagdur á stuttar og greiðar tekstir. Høvuðsevnini eru sveiggj, aldur og elektroniskar hentleikar, evnafrøðilig framleiðsla og dálking, elveiting í samfelagnum og atom og geisling. Ymsar viðkomandi felagsroyndir verða viðgjørdar í grundbókini.

Grundbókin er prýdd við litføgrum og lýsandi myndum eftir Óla Petersen. Harafturat eru fotomyndir úr umheiminum og ikki minst eisini úr føroyska gerandislívinum. Hetta ger tilfarið viðkomandi og áhugavert. Arbeiðsbók og lærarabók hoyra til bókaheildina.

Hettar er triðja og síðsta bókin í nýggju lærubókaskipanini til undirvísingina í alisfrøði og evnafrøði í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bókarøðin leggur m.a. upp til, at næmingarnir skulu nýta sítt íborna forvitni at undrast á tað, sum eygað sær.

 

Pól Jespersen hevur týtt og tillagað alla bókarøðina til føroysk viðurskifti úr Ny fysik/kemi, ið danska forlagið Gyldendal hevur givið út. Námsfrøðiligur stuðulsbólkur, við lærarunum Harriet Hansen, Selmar Jacobsen og Jacob Thomsen, hevur viðgjørt handritið, og Svenning Tausen hevur lisið málsligan rættlestur. Reproz hevur umbrotið bókarøðina.

 

Amboð til royndir í alis- og evnafrøði og í nátturu og tøkni kunnu keypast frá Bókamiðsøluni, tel.: 31 37 56.

 

Bókarøð: Grundbók
Rithøvundar
  • » Ejvind Flensted-Jensen
  • » Henning Henriksen
  • » Poul Hanghøj
  • » Poul Thomsen
Tilfar:
  • » Bók
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Arbeiðsbók

Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á arbeiðsbókini eru 56 venjingar við ymsum næmingaroyndum, sum sk...

Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók
Alisfrøði og evnafrøði 3 - Lærarabók

Alisfrøði og evnafrøði 3 er ætlað 9. flokki. Á lærarabókini eru nøkur orð um hvønn kapittulin í grundbókini. H...

Relativitetsástøði
Relativitetsástøði

Um aldaskiftið 1900 var granskarum greitt, at klassisk alisfrøði var komin til eitt vegamót. Tvær skakandi kol...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019